Heim / Ymiskt / Kappingar uttanlanda (síða 2)

Kappingar uttanlanda

NM-fyri ung: Høgni vann NM-bronsu !

 

At vit í Føroyum hava 3. sterkasta unglingin í talvi í Norðulondum, 12 ár og yngri, er hvørki meir ella minni eitt bragd. Tí mótstøðan er sera hørð. Eins og í Føroyum eru tað bert teir allar bestu, úr hvørjum landi sær, ið sendir verða til árligu NM-orrustuna í talvi fyri ung.  

Spenningurin var sera stórur leygardag seinnapart, tí undan seinasta umfarinum var Høgni á 1. plássinum. Men Høgni snávaði og tapti talvið ímóti dananum Jonathan Brauner (1863) og gjørdist harvið nr. 3 við 4 stigum. Kristian S. Holm úr Noregi vann gull við 4½ stigi, hálvtannað mótstøðustig fremri enn Egor Norlin, úr Svøríki, sum gjørdist nr. 2, við sama stigatali.

Spell er tað fyri Høgna, at staðfesta, at hann var so sera tætt við NM-gullið, tí javnleikur seinnapartin hevði tryggjað sigurin í kappingini. Sambært talvinum seinnapartin, kann ein siga, at gullið smeyg sær millum fingrarnar – tí javnleikurin var har – og bronsan stóð eftir. 

 

Hjartaliga tillukku við NM-bronsuni, Høgni !

Hjartaliga tillukku til tíni nærmastu, Sandavágs Talvfelag og Vága Kommunu, sum støðugt tryggjar telvingini góðar karmar at virka undir.

Ferðalagið – bronsuvinnarin – kemur heim aftur til Føroya um átta tíðina sunnukvøldið 

 

Stolt mostir, sum býr í Svøríki, v/familju var sjálvsagt framvið at ynskja Høgna tillukku við bragdinum. 

LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR

HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER

 

 

NM fyri ung: Janus Skaale, ein ordans vørr !

Frálíkt úrslit, sum fáir hava gjørt honum eftir í NM-høpi. Og 3½ stig av 6 møguligum hevur stundum hálað bronsuna til høldar. Tíverri gjørdist Janus júst ov stuttur hesurferð. Spell, men avgjørt íblástur og staðfesting av, at fatur er á rætta endanum. Og vónandi heldur pilturin á vid sama árædi, tí tá eru spennandi úrslit í havsbrúnni.

Eins og vit onnur, mega serliga Janus og Nordingar vera sera ernir av frálíka úrslitinum. Tillukku, Janus !

LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR

HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER

Studlar

Fedgar á ferd – til NM

 

NM-fyri ung: Høgni á odda í U12-bólkinum !

Hesuferð varð tað Høgni, sum dróg sigurin heim. Seinast teir møttust, í NM Danmark 2008, dróg Egor longra stráðið. Eyðkent fyri báðar tveir er álopstelving. Spennandi taktir í tíðum sum koma.

Men sum stigatalvurnar vísa, er als onki avgjørt. Javnari kapping um oddasessirnar, nú tvey umfør resta í, er trupul at finna. Seks telvarar í orrustu. Leygardag seinnapart er seinasti leikur fluttur.

LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR

HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER

Studlar

 

Bróður Høgna, Rógvi Egilstoft Nielsen (U20), telvdi seinnapartin javnt ímóti Kim Rauisnen úr Finnlandi (2164). Enn eitt frálíkt avrik í móti sterkari mótstøðu. 

 

Og tað er at fegnast um, at at Margar Berg, úr Tórshavn, í sama bólki, basti dananum Mads Jensen og kom á stigatalvuna.

 

Einar Gregersen, úr Klaksvík, hevur higartil telvað væl í kappingini og kom – fult uppiborið – á stigatalvuna, hóast nakað av hepni skuldi til. Áhaldandi fokus gevur loksins úrtøku.

 

Dagins skarvslop gjørdi Janus Skaale úr Klaksvík. Hóast bert 9 ára gamalur, verður bjóðað av í U10 ímóti sterkastu telvarum í  Norðurlondum. Úrtøkan uppá 1½ stig, kundi sagtans verið til 2 stig. Óført ! 

Nielsen-brøðurnir úr Sandavági ! Sera stinnir í telvingini. Annars ongin ivi um, hvørjum teir halda við……  

NM fyri ung: Høgni stendur seg væl !

Og í 4. umfari, sum byrjar kl. 15.00 seínnapartin, verður oddabrak, tá Høgni við svarta fólkinum telvar ímóti Egor Norlin úr Svøríki, sum er í oddinum í kappingini. Høgni og Egor hava áður hitst í slíkari orrustu. Tá NM var í Danmark 2008, varð talan um sera undirhaldandi og spennandi talv, har sviin tó dróg longra stráðið.

Heðin Gregersen, úr Klaksvík, fekk enn eitt gott úrslit í U14, tá javnleikur fekst til høldar, soleiðis at nú eru stigini 1½ og plaseringin nr. 6 av 10.

Ungi Janus Skaale, sum luttekur í yngsta bólkinum, fekk glið á í morgun, tá hann fekk frálíkan javnleik í einum talvi, sum enntá møguliga kundi givið fulla stigið. Óført.

LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR

HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER

Studlar

 

Finnbjørn Vang, liðleiðari, greiðir soleiðis frá úrslitunum fyrrapartin:

Rógvi telvaði eina javna støðu, sum tíverri koppaði í tíðarneyðini. Margar telvaði eisini eitt javnt talv, men mini-fyrimunurin hjá hvítum bleiv bara størri sum talvið leið og tapti svartur eisini í endatalvinum.
 
Heiðrikur varð spakuliga kroystur av borðinum, hann brúkti nógva tíð uttan nakran fyrimun. Karl Marius telvaði fínt í byrjanini, men yvirsá eina rímuliga flotta kombination hjá svørtum og varð mátaður.
 
Einar stóð fínt alt talvið, men enn eina ferð flutti hann óneyvt mitt í tí heila og tapti. Heðin misti finnu beinanvegin, men kempaði seg til eitt ½ stig.
 
Høgni vann rímuliga lætt á einum íslendingi við svørtum. Alfred kundi gera “alt møguligt gott”, men sá einki og tapti heldur lættliga.
 
Mótstøðumaðurin hjá Eli flutti sera skjótt og faktiskt “ok leikir”. Eli telvaði hinvegin ikki væl og tapti eisini. Janus fekk javnt við svørtum, sum var fínt úrsilit. Møguliga hevði Janus enntá kjansir fyri meira, men góðtikið.

NM fyri ung: Varlig byrjan !

Men tað eru júst hesir tiltiknu marginalarnir, sum ikki altíð hátta sær eftir vild. Og ikki minst fyri teir telvarar, sum luttaka í hesum høpinum á fyrsta sinni, gerst talan um nakað av einari mótbrekku. Tí mótstøðan er sera hørð, har tilvildin nærum er fráverandi. 

LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR

HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER

Studlar

 

Fyrrapartin hósdagin sigraði Høgni Egilstoft Nielsen í U12 bólkinum á mótstøðu, har stig ikki var ómøguligt áðrenn byrjað varð.

 

Hinvegin vann Heðin Gregersen í U14 bólkinum ein frálíkan sigur á væl sterkari mótstøðu. Bróðurin Einar, í sama bólki, hevur somuleiðis telvað væl, tó uttan at fáa stig til høldar enn.

 

Seinnapartin vildi tað soleiðis til, at Rógvi Egilstoft Nielsen og Margar Berg brustu saman í elsta U20 bólkinum. Her var Rógvi tann drúgvari og vann talvið.

 

Alfred Olsen í U12 bólkinum luttekur á fyrsta sinni í NM og vann seinnapartin sín fyrsta sigur í altjóða høpi, tá hann vann á Jeri Lindholm úr Finnlandi.

Í U16 bólkinum stríðast Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Karl Marius Dahl manniliga, tó uttan úrtøku higartil. Sama kann sigast um yngsta U10 bólkin, har Eli W. Finnsson hevur verið sera nær við í báðum talvum og Janus Skaale somuleiðis er væl við.    

3. og 4. umfar verður telvað í fríggjadagin, kl. 09.00 og kl. 15.00.

 

Striltið hevur gingið, at fáa upplýsingar um úrslit, kappingartalvur v.m. frá fyriskiparunum, men tað hava onnur eisini bitið merkið í, so vónandi verður hetta frægari sum kappingin líður.  

Tað er strævið at vera í talvørindum uttanlands !

NM fyri ung 2010 av bakkastokki !

 

Unglingar

NM-hópurin 2010: afv. Margar Berg, Rógvi E. Nielsen, Heiðrikur T. Jacobsen, Karl Marius Dahl. Fvv. Høgni E. Nielsen, Einar Gregersen, Eli W. Finnsson, Heðin Gregersen, Janus Skaale, Alfred Olsen.

 

Í kappingini um Norðurlendsku meistaraheitini, luttaka 10 ungdómar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Íslandi, Finlandi og Noregi. Kappast verður í 5 aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. 

Skrá:

Hósdagin: 1. umfar, kl. 09.00. 2. umfar, kl. 15.00

Fríggjadagin: 3. umfar, kl. 09.00. 4. umfar, kl. 15.00

Leygardagin: 5. umfar, kl. 08.00 og 6. og seinasta umfar, kl. 14.00.

Føroysku umboðini vórðu úttikin at umboða Føroyar, tá FM-kappingar vóru síðst í november mánað. Kappast varð í 5 aldursbólkum, har umframt FM-vinnaran í aldursbólkinum, eisini nr. 2 varð úttikin.

Stórur spenningur er aftur hesuferð undan NM kappingini, tí Føroyar hava seinnu árini, av álvara, gjørt um seg, har gull, silvur og bronsu heiðursmerkir eru komin til høldar. Menningin er sjónlig, at vit árliga – ájavnt hinum norðurlondunum – senda 10 unglingatelvarar í orrustu við norðurlendskar javnaldrar.

Unglingatalvlandsliðið er mannað soleiðis:

U20: Rógvi Egilstoft Nielsen (FM), Sandavágur, Margar Berg, Tórshavn

U16: Heiðrikur Tindskarð Jacobsen (FM), Tórshavn, Karl Marius Dahl, Kollafjørður

U14: Einar Gregersen (FM) og Heðin Gregersen, brøður úr Klaksvík

U12: Høgni Egilstoft Nielsen (FM), Sandavágur, Aldred Olsen, Vestmanna

U10: Eli W. Finnsson, (FM), Tórshavn, Janus Skaale, Klaksvík 

Fylgið við á www.faroechess.com, umframt á heimasíðuni hjá vertunum HER