Støðan er óbroytt í oddanum eftir dystirnar í dag í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi.
Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag vunnu bæði sínar dystir í dag 3-1. Vágamenn eru tí framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum. Avgerðin í kappingini fellur, tá oddaliðini bresta saman í seinasta umfari 6. apríl.
Rógvi Egilstoft Nielsen fekk ikki verið við á liðnum hjá Sandavágs Talvfelag norðuri í Klaksvík í dag, tí sum liðskipari hjá EB/Streymi í Betri-deildini var hann á vølli á Hólmanum á Eiði í dysti móti B36. Kortini eydnaðist vágamonnum at vinna 3-1 á B-liðnum hjá Klaksvíkar Talvfelag.
Høgni Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og avloysarin Ingi Wiberg vunnu allir síni talv. Mótstøðumenninir vóru ávikavist Finnbjørn Vang, Tummas Martin Sólsker og Ingolf Gaard. Rani Baldursson vann sum hin einasti á heimaliðnum á Silas Eyðsteinsson. Hvørki Terji Petersen ella Rani Nolsøe, sum vanliga sita á fremstu borðunum á øðrum liði hjá klaksvíkingum, vóru við í dag.
Í Havn stóð dysturin millum A-liðini hjá Havnini og Klaksvík. Havnarmenn vunnu 3-1. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði móti Ólavi Simonsen, sama gjørdi Carl Eli Samuelsen á 4. borði móti Janus Skaale. Á hinum borðunum endaði tað javnt. Martin Poulsen og Steintór Rasmussen á 2. borði og Olaf Berg og Wille Olsen á 3. borði.
Triði dysturin í 1. deild var millum Kollafjørð og Havnina B. Kollfirðingar vunnu 2½-1½. Kári Petersen og Bernhard Thomsen vunnu á Herluf Hansen og Leif Reinert Fjallheim, á 1. borði var javnt millum Eyðálv Johannesen og Rógva Mortensen, og á 4. borði vann Margar Berg á Rógva Mørkøre.
Støðan í 1. deild fyri seinasta umfar:
Sandavágur 28 stig
Havnin 26½
Klaksvík 16
Havnin B 14½
Kollafjørður 12
Klaksvík B 11
Finaludystur um FM-heitið
Nú er greitt, at avgerðin um FM-heitið í liðkappingini í talvi fellur í dystinum millum oddaliðini Sandavág og Havnina í seinasta umfari, sum verður leygardagin 6. apríl.
Vágamenn hava fyrimunin og standa seg við javnleiki ella teprum ósigri. Skal Havnar Telvingarfelag endurvinna FM-heitið krevst, at teir vinna henda finaludystin í minsta lagi 3-1.
Hjá vágamonnum verður helst umráðandi at hava allar sínar bestu telvarar tøkar til henda avgerandi dystin, men her kann fótbólturin leggja teimum meinbogar í vegin.
Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson spæla báðir við 07 Vestur í næstbestu deildini, og teir hava henda sama dag útidyst móti EB/Streymi. Teir hava nú tríggjar vikur at loysa tann knútin.
Vanliga verður seinasta umfarið í landskappingini skipað sum felagsumfar, men í løtuni er ikki greitt, hvar telvað verður henda seinasta kappingardagin.
Vestmenningar á sigurskós
Gamla stórfelagið í føroyskari telving, Vestmanna Talvfelag, er aftur á veg í bestu deildina.
Teir standa í løtuni til at vinna 2. deild, men avgerðin fellur ikki fyrr enn í síðsta umfari. Bara Havnar Telvingarfelag kann fáa teir aftur.
Men av tí at havnarmenn hava tey tvey loyvdu liðini í fremstu deildini, og Havnin B ikki kann enda aftast, sum støðan er vorðin, er uppflytingin hjá vestmenningum longu ein royndur lutur.
Í 3. deild stendur kappingin millum kollfirðingar og klaksvíkingar.
Støðan í 2. deild
Vestmanna 25½
Havnin 24
Sandavágur 17
Runavík 15½
Havnin B 13½
Gøta 12½
Støðan í 3. deild
Kollafjørður 20
Klaksvík 19½
Sandavágur 17½
Sandavágur B 16
Toftir 14½
Klaksvík B 12
Vestmanna 10½
Kollafjørður B 9½
EB/Streymur 4½
Landskappingin endar leygardagin 6. apríl, tá allir dystir í tíggjunda og seinasta umfari verða telvaðir.