Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Styrkilistin dagførdur

Styrkilistin dagførdur

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur nú í mars kunngjørt nýggjan, dagførdan styrkilista yvir øll londini í felagsskapinum.

Í Føroyum eru ikki kollveltandi broytingar millum teir fremstu á yvirlitinum. John Rødgaard er fyri størsta skrædlinum, tí hann er dragnaður útivið fjøruti stig eftir einum ári. Vánaliga OL-úrslitið í fjør heyst gjørdi sítt.

Okkara stórmeistari er eisini gingin aftur. Eftir at Helgi Dam Ziska gjørdist stórmeistari í 2016 togaði hann seg upp á styrkitalið 2552, sum er tað hægsta, ið hann hevur havt, men hann er nú gingin fjúrtan stig aftur. Hóast Helgi seinastu tvey árini hevur verið við landsliðnum til OL, EM og Small Nations-kappingarnar, hevur hann kortini telvað nógv minni enn árini, tá ið hann stríddist fyri stórmeistaraheitinum.

Høgni Egilstoft Nielsen hevur javnt og samt otað seg longur fram á listanum hetta seinasta árið. Hann er nú farin uppum 2400, sum er krav, skalt tú røkka heitinum sum altjóða meistari. Høgni hevur eisini saman við bróðrinum Rógva verið uttanlands og telvað í vetur, meðan steðgur hevur verið í fótbóltinum. Martin Poulsen gjørdi eisini eitt hál á olympiaduni í fjør heyst, og tað sæst aftur á nýggja listanum.

Niðanfyri sæst hvørjir teir fremstu tíggju eru á føroyska talvparnassinum í løtuni. Annars er at siga, at ikki færri enn 400 telvarar eru nú ratingskrásettir á føroyska styrkilistanum.

Á FIDE yvirlitinum yvir miðalstyrkitølini fyri hvørt landið sær, eru Føroyar nummar 79 í røðini av teimum 185 limalondunum í altjóða talvfelagsskapinum.

 

Føroyski talvtindurin mars 2019 (Topp 10)

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2538

2. FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2411

3. FM Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2372

4. IM John Arni Nilssen, KTF 2315

5. IM John Rødgaard, VT 2281

6. FM Martin Poulsen, HT 2273

7. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2222

8. FM Flóvin Tór Næs, HT 2219

9. FM Olaf Berg, HT 2212

10. Carl Eli Samuelsen, HT 2208

 

Styrkt FM

Nú er greitt hvørjir teir tríggir gestatelvararnir í Landsliðsbólkinum í árligu FM-einstaklingakappingini á páskum vera. Útlendsku telvararnir eru bodnir við so at kappingin fær gildi sum altjóða kapping, og sostatt gott høvi hjá okkara fremstu telvarum at royna eftir normum til altjóða IM-heitið.

Útlendsku gestatelvararnir í FM-kappingini vera hesir:

GM Normunds Miezis (Lettland) 2464

GM Carsten Høi (Danmark) 2359

FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2334

Hesir kunnu kortini ikki tryggja sær heitið sum føroyameistari, sama hvussu úrslitið verður. Besti føroyski telvarin í bólkinum verður FM-vinnari. Hvørjir teir sjey føroysku telvararnir í meistarabólkinum vera er ikki greitt enn. FM-kappingin í fýra bólkum verður á Finsen í Havn í døgunum 13. apríl til 20. apríl.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …