Føroyska talvlandsliðið er nummar trý av teimum tíggju liðunum í kappingini fyri smátjóðir í Evropa nú sjey umfør eru farin í kappingini í San Marino. Føroyska liðið er styrkismett nummar tvey. Tvey umfør eru eftir.
Seinastu tveir dagarnar hava úrslitini verið hesi:
Føroyar – Liktinstein 2½-1½
Føroyar – Monako 1½-2½
Føroyar-San Marino 4-0
Andorra er á odda. Teir hava vunnið allar dystirnar. Monako er nummar tvey og Føroyar nummar trý.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum er henda:
Helgi Dam Ziska 4½/6
John Rødgaard 4½/6
Sjúrður Thorsteinsson 2½/6
Hans Kristian Simonsen 4/6
Luitjen A. Apol 2½/4
Í dag verður telvað móti Kyprós. Helgi, John, Sjúrður og Hans Kristian eru á liðnum í dag. Kappingin endar í morgin. Tá telva Føroyar móti Guernsey.