Reglur fyri úttøku av føroyskum umboðum í altjóða kappingum
§1
Virkisøki
Nevndin í Talvsambandi Føroya tekur út teir telvarar, ið skulu manna føroyska landsliðið og telvarar, ið skulu umboða Føroyar í altjóða einstaklingakappingum. Nevndin kann geva aðrari nevnd ella venjara hesa heimild til ávísar úttøkur.
§2
Føroyingar
Allir føroyingar hava rætt at umboða Føroyar.
§3
Úttøkutreytir
Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum. Møguligt er hjá úttøkunevndini at geva eitt (1) ”wildcard”; t.v.s. úttøka sum ikki er tengd at úttøkureglunum.
Dentur skal leggjast á ratingtal og at telvarin hevur verið virkin í føroyskari telving serliga seinasta árið. T.v.s. at telvarin skal minst hava telvað 10 ratað kappingartalv. Altjóða ratingtal verður bert tikið við í metingina, um tað eru telvað fleiri enn 10 ratað altjóða kappingartalv.
Metast skal eisini, um telvari hevur havt stóra framgongd seinasta árið.
§4
Liðuppseting
Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger av á hvørjum borði úttiknu telvararnir verða settir at telva.
§5
Aðrar ásetingar
Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger í sambandi við úttøkur, leiðreglur og ásetingar sum telvarar verða at fylgja. Brot á leiðreglur og ásetingar gevur nevndini í Talvsambandi Føroya, aðrari nevnd ella venjara heimild at seta telvara av liðnum.
Liðúttøkur skulu verða kunngjørdar úttiknu telvarunum í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn viðkomandi kapping byrjar.
(Samtykt á eykaaðalfundi: 15. december 2005)