Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vunnu og taptu

Vunnu og taptu

Føroyar vunnu annan dystin og taptu hin í dupultumfarinum mánadagin í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa í San Marino.

Føroyar vunnu 3-1 á Luksemburg í øðrum umfari í morgun. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard vunnu á ovaru borðunum. Helgi vann í stórum stíli í einum knúsandi kongsálopi. John Rødgaard kom út í langt talv, sum var javnt, men hin treiskaðist meira enn gott var fyri at vinna, og endin var, at hann leyp framav. John var ógvuliga tryggur í støðuni, og dugdi væl at revsa morðgíriga  mótstøðumannin.
Á aftaru borðunum var javnt. Sjúrður Thorsteinsson hevði fyrimunin í endatalvinum á 3. borði, men var kanska ikki nóg neyvur, og mátti til endans sættast við remis.

Søga var skrivað á 4. borði. 13 ára gamli unglingaføroyameistarin Luitjen Akselson Apol fekk sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar í hesum dysti. Hann er yngsti telvari á føroyska A-landsliðnum. Luitjen stóð seg væl móti vaksna mótstøðumanninum við væl hægri styrkitali, og telvaði seg sannførandi til remis.

3-1 móti Luksemburg var fínt úrslit.

Taptu toppdystin

Í seinna umfarinum í dag møttu vit Andorra, sum hevur sterkastu manningina í kappingini. Vit taptu 3-1.

Helgi og John telvaðu remis á ovaru borðunum. Báðir hava telvað ógvuliga sannførandi higartil. Helgi og De La Riva, sum var Spaniameistari í 2003, tóktust ikki stríðsfúsir á 1. borði, og samdust tíðliga um remis. John Rødgaard mátti stríðast í longum talvi fyri sínum javnleiki móti góðum mótstøðumanni.

Á aftaru borðunum formáddu vit okkum ov lítið. Hans Kristian Simonsen fekk harða viðferð og noyddist tíðliga at geva upp ond. Hjá Luitjeni gjørdist tað eisini ov stórur biti móti favorittunum í kappingini. Hví føroyingar ikki telvaðu við sterkastu manningini móti oddaliðnum er kanska at undrast á, men Sjúrður Thorsteinsson var ikki við í seinna dystinum í dag.

Andorra hevur nú mannað seg við fleiri stinnum sponskum telvarum á liðnum, bæði stórmeistarum og altjóða meistarum. Hava vit ikki okkara allarsterkastu manning, standa vit teimum ikki kurl longur. Við Høgna og Rógva Egilstoft Nielsen á føroyska liðnum, høvdu vit ivaleyst givið teimum ein skarpan gang.

Í fjórða umfari í morgin telva Føroyar móti Jersey.

SmallNations2019_Lidid2

Føroyar móti Luksemburg. Vinstrumegin Luitjen Akselson Apol, Sjúrður Thorsteinsson, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska.

SmallNations2019_Sjurdur SmallNations2019_Helgi SmallNations2019_John_rodgaard SmallNations2019_Luitjen

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …