Føroyar vunnu í dag fyrsta dystin í kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Í fyrsta umfari vunnu vit á Malta, sum vit annars taptu fyri í fótbólti leygardagin.
Føroyar vunnu 2½-1½ í einum longum og drúgvum dysti. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu á ávikavist 1. og 4. borði, John Rødgaard telvaði javnt á 2. borði, og Sjúrður Thorsteinsson tapti á 3. borði.
Helgi og Hans Kristian telvaðu væl og vunnu báðir sannførandi. John Rødgaard hevði lítlan fyrimun í endaspælinum, men tað røkk ikki til sigurs. Sjúrður tóktist við svarta fólkinum at hava javna støðu alt talvið, men hann misti takið í endaspælinum.
Føroyar-Malta 2½-1½
GM Helgi 2538 – Zerafa 2118 1-0
IM John 2281 – Pace 2122 ½-½
Sjúrður 2222 – Darmanin 2049 0-1
Hans Kr. 2147 – Vella 1993 1-0
Luksemburg og Andorra mánadagin
Dupultumfar er í morgin. Fyrri dysturin byrjar longu klokkan 9 á morgni føroyska tíð. Tá telva Føroyar móti Luksemburg. Á føroyska liðnum telva Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Sjúrður Thorsteinsson og Luitjen Akselson Apol. Hans Kristian Simonsen hvílir.
Klokkan fýra skal føroyska liðið í holt við favorittarnar úr Andorra. Andorra vann í dag 3-1 á Luksemburg. Á liðnum hjá Andorra eru tríggir sterkir spanskir telvarar, ein stórmeistari og tveir altjóða meistarar. Á 1. borði situr Oscar De La Riva, sum var Spaniameistari í 2003. Okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, hevur tó hægri styrkital enn De La Riva.
Úrslitini í 1. umfari í dag vóru hesi: San Marino-Jersey 2-2, Kyprós-Monako ½-3½, Guernsey-Liktinstein 1½-2½, Malta-Føroyar 1½-2½ og Luksemburg-Andorra 1-3.
Hetta er sætta kappingin í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Hesaferð verður telvað í San Marino.
Føroyska talvlandsliðið í San Marino. Frá vinstru: Sjúrður Thorsteinsson, John Rødgaard, Hans Kristian Simonsen, Helgi Dam Ziska og Luitjen A. Apol.