Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2015/16 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Skráin:
- kl. 11.00 – Steypakapping
- kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
- kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
- kl. 16.00 (uml.) – Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
- kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.
Kappingarreglur:
Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.
Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2015, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.
Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.
Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:
- Innanhýsis dystur
- Dupult-umfar: Snartelving (3 min +2 sek/leik í part til talvið)
- 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 +2 min. og svartur 3 +2 min. og har kravið er sigur til hvítan
Virðislønir
Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á tlf. 75 14 22 (Finnbjørn Vang) . Tilmeldingarfreistin er 24. apríl 2016. Kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 300. Feløgini rinda upphæddina til TSF.
Gisting
Fyri gisting við morgunmati er kostnaðurin 450 kr eyka pr persón/ 650 kr einakamar. Avmarkað kømur eru á Gjáargarði, so tað er at skunda sær.
Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !
Við talvkvøðu
TALVSAMBAND FØROYA