Heim / Tíðindi / OL 2012

OL 2012

Talv OL – annað umfar

Dysturin móti Togo gjørdist væl lættari enn væntað. Føroyska liðið var snøgt sagt nógv betri og hølvaði
Togo av 0 – 4 !
Tað var ongantíð ivi um úrslitið, til tað var Togo alt ov veikt lið. 
 
John Rødgaard vann heilt skjótt eitt lætt talv, meðan hinir fylgdu eftir so hvørt, tíðin gekk. 
Hjá Togo var talan um fyrsta landsdyst nakrantíð, og tað sást týðuliga. 
 
Byrjanin hevur sjáldan – um nakrantíð – verið betri, men komandi umførini kann væntast sterkari mótstøða.
Inntil víðari kunnu vit so bert fegnast um góðu gongdina og vónandi eru útlit fyri einum tí besta úrslitinum
nakrantíð. Tó skal nevnast beinanvegin, at danska orðatakið "højt at flyve, dybt at falde" eisini er galdandi
fyri talv, og eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur.{jcomments on}
 

Talv OL – Annað umfar

Togo menninir hava eingi ratingtøl og landið er nýggjur limur í FIDE, so tað er ikki lætt at fyrireika seg. 
Afrikansku londini hava oftani ikki somu møguleikar sum onnur at fyrireika telvararnar,
og eisini verða kappingarnar ikki skrásettar hjá FIDE, ti hettar kostar. 
Tí kann tað henda seg,at Togo er nógv sterkari enn væntað – nakað sum Sudan -, men hóast tað eiga Føroyar at vinna dystin.
 
2. umfar byrjar kl. 13 føroyska tíð, og fylgjast kann við Live á internetinum via heimasíðuna hjá fyrireikarunum.
 
Føroyska liðið 2. umfar:
IM John Arni Nilssen
IM John Rødgaard
Jóan Hendrik Andreasen
Rógvi Egilstoft Nielsen
 

{jcomments on}