FM 2014

Innbjóðing til FM 2014

 

 

Allir bólkar telva soleiðis:

 

Leygardagur     12.04                   kl. 14.00

Sunnudagur    13.04                    kl. 14.00

Mánadagur    14.04                      kl. 17.00

Týsdagur      15.04                         kl. 17.00

Mikudagur           16.04                  kl. 10.00

Mikudagur           16.04                  kl. 17.00

Hósdagur       17.04                       kl. 14.00

Fríggjadagur          18.04               kl. 14.00

Leygardagur          19.04               kl. 10.00

 

Broyting kann koma fyri í Unglingabólkinum.

 

Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

 

Gevið gætur:

Unglingarnir telva bert 90 min + 30 sek, ikki 15 min eyka !!

Teir hægst rataðu luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í talvi 2014.

Næstu telvararnir mynda Almenna bólkin. Unglingar telva  um FM-heitið fyri unglingar.

 

Dómari:  FA Finnbjørn Vang og FA Hans Hjalti Skaale

 

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 9865 – 495.234.5, seinasta lagi mikudagin 9.apríl !

Spurningar kunnu setast á tlf. nr. 295054 ella faroechess@faroechess.com

 

Vinningar

Landsliðsbólkur: 1, 3000 kr. 2, 2000 kr. 3, 1000 kr.

Almennur bólkur: 1, 1500 kr. 2, 1000 kr. 3, 500 kr.

Unglingar: 1, 700 kr. 2, 500 kr. 3, 300 kr.

 

Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.

 §3 Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum (OL Tromsø aug 2014)

 

Um FM-heitið í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum.

Í aðra máta verður korrektión nýtt.

Ábit verður bjóðað telvarunum millum dupultumfarið og eftir lokna kapping.

 

Klaksvíkar Talvfelag