Heim / Tíðindi (síða 52)

Tíðindi

Sára vann NM bronsu

Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, vísti enn einaferð NM-styrki, tá hon í vikuskiftinum vann NM-bronsu í talvi fyri gentur, sum varð telvað í Jetsmark í Danmark í vikuskiftinum. 

Umframt Sáru, sum vann bronsuna í U16 bólkinum, luttók eisini evnaríka Hanna Jacobsen, úr Kollafirði, í U13 bólkinum. 

Sára sýntist sera trupul at knógva sum kappingin leið, men eftir tap í 4. umfarinum, varð avgerandi neyðugt við sigri í 5. og seinasta umfarinum. Tað megnaði 15 ára gamla havnargentan. 

Hanna sýndi somuleiðis góð talvevnir í kappingini, sum tó ikki rakk til heiðursmerki hesuferð. Lítið er tó at ivast í, at 11 ára gamla Kollfjarðagentan, kemur sterkt aftur.

Talvsambandið sendir á hvørjum ári evnaríkar gentur til NM-kappingina. 

Kelda: Jógvan Joensen, Sosialurin

NM fyri gentur

Norðurlandameistaraheitið i telving fyri gentur, verður telvað i Danmark hetta vikuskiftið.

Sara T. Olsen HT og Hanna Jacobsen KT umboða Föroyar i kappingini i avikavist B- og C-bolkinum.

 

Eftir 3 umför hevur Sara fingið 2 stig, medan Hanna hevur 1 stig. Sunnudagin 10.04 bliva seinastu umförini telvaði, 4 umfar um morgunin og 5. (seinasta umfar) seinnapartin. Fylgjast kann við kappingini a: http://jetsmarkskakklub.dk/skoleskak/pige-nm-2011/

Ratinglistin dagførdur

Ratinglistin er nú dagførdur eftir Reykvavik Open, EM og VT Open 2011.

Sí leinkju á vinstra bredda.

Rilton Cup 2010/2011 (2.partur)

Niðanfyri her havi eg viðmerkt talvið í 9. umfari, talvið var ímóti Jörgen Eriksson (2202).

 

Eftir at bíða eitt sindur eftir mótstøðumanninum, kom hann eini 10 minuttir ov seint. 1.d4 e6 2. Rif3 d5 3.c4 Rif6 4. Ric3 c6 5.e3 Ribd7 6.Fc2 Bd6 7.Bd3.

 

Ein byrjan, ið ofta verður nýtt, men eg eri ikki so kønur í byrjunarspæli, so eg kendi ikki væl ætlanina hjá svørtum, og av teirri grund, geri eg ein heldur óneyðugan leik. 7…h6?! meiningin er, at einaferð tá ið eg eri farin um borg, er riddarin bundin á f6, men tað er ikki heilt víst, at leikurin skal gerast. Ein ætlan er, at leypa um borg, taka á c4 og síðani at spæla e5. 8. 0-0 0-0 9.Rd1 e5 10.cxd5 cxd5 11. e4.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

11…dxe4. Her hevði eg longu brúkt meira enn ein tíma, og mær dámdi einki støðuna. Mótstøðumaðurin hevur fríðari spæl, hann hevur fult kontroll á miðjuni, og er komin væl longri við at útvikla seg. Mann sigur, at tveir riddarar í dekka hvønn annan, ikki eru so góðir, tað er akkurát tað mínir gera á f6 og d7, ikki nokk við tað, riddarin á d7 stendur eisini fyri bispin á c8. Samanumtikið sær tað ikki so gott út, men heilt galið er tað ikki, hóast alt. 12.Rixe4 Rixe4 13. Bxe4 exd4. Royndi at býta eitt sindur av, og hopaði upp á at klára at útvikla meg, uttan at fáa eina nógv verri støðu. 14. Rxd4 Fe7 15.Be3 Rif6.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eftir nakrar fáar leikir, sær støðan ikki so galin út, men eg eri enn eitt sindur aftanfyri í útviklingini. 16.Bf5?! Hesin leikurin sær eitt sindur býttur út, av tí at bispurin á c8 stendur bara fyri, sum eitt býtt. Men leikurin er hóast hetta ikki óskiljandi, bæði tí at mótstøðumaðurin ikki kann flyta bispin nakra aðra staðni, tí um t.d. 16.Bd3 Bc5 17.Rc4 Bxe3 missur hvítur finnu. Letur hann, bispin standa, so missur hann bispa-parið. Besti leikurin er nokk 16.Re1, fyri at verja bispin á e3, samstundis sum hann útviklar rókin. 16…Bc5 17.Rc4.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Her havi eg tveir møguleikar, 17…Bxf5 ella 17…Bxe3, eg hugsaði eina løtu, og helt so at 17…Bxe3 var betra loysnin, av tí eftir 18.Bxc8 Bb6 19.Bf5 stendur svartur fínt. 17…Bxe3 18. Bxc8. Tað var nær við at eg tók í bispin, men so sá eg, at 19.Re1 vinnur lættliga eina finnu, av tí at frúgvin má flytast, og kann ikki verja finnuna á b7. Nú vóru góð ráð dýr, eg hevði uml. 20 minuttir eftir á klokkuni, so ein skjót avgerð mátti takast. 18…b5!? 19.Rc7.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

19…Fxc7 Eg helt ikki, at tað var nakrar annar møguleiki, men 19…Fe4 er betur, av tí at 20.Fxe4 Rixe4 21.Bb7 Bxf2 22. Kf1 Rae8 23.Bxe4 Bb6 missur hvítur mannin aftur, tí hann klárar ikki at verja rókin og bispin. 20.Fxc7 Raxc8 Eg misti frúnna fyri rók og bisp, men tað er ikki lætt hjá honum, tí eg havi ein góðan bisp, og tíðin hjá okkum báðum byrjaði at ganga undan. Tá ið tíðin byrjar at ganga undan, er tað næstan altíð best at vera í álop, hetta var grundin, til at eg helt, at eg kundi lata frúnna. 21.Fb7? hann gjørdi eina villu beinanvegin, betur var 21.Fa5. 21…Bb6 Eg havi longu javna út, men sum sagt, er tað ikki læt hjá honum at flyta í tíðarneyðini, so mann kann siga at eg havi ein fyrimun. 22.Rie5 Rc7 23.Rid3?

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Longu nú sær tað heilt gott út hjá mær, tað er alt ov stórt press á f2. 23…Rd2 24.Ff3 Rd8 Nú er tað einki hjá honum at gera, hann kann ikki verja riddarin, og flytur hann riddarin, so hongur á f2. 25.Rd1 R8xd3

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

26.Fxd3 Bxf2 27.Kf1 Rxd3 28.Rxd3 Talvið er vunnið, og restina av talvinum hevur ikki nógv at siga. 28…Bc5 29.Rd8 Kh7 30.Rb8 Bb6 31.Ke2 Rid5 32.a3 Rif4+ 33.Kf3 Rid3 34.b3 Ric5 35.b4 Rid7. 36.Rb7 Rie5+ 37.Ke4 Ric4 38.Rxf7 Rid6+ 0-1

 

Ein góð kapping var komin á enda. Kappingin gav eina framgongd uppá 38 ratingstig, málið var at fáa eini 30-40 stig, so telvingin og úrslitini vóru nøktandi. Sjálvandi iðraði eg meg um onkra støðu, har er kundi fingið meira burturúr, men eg var eisini heppin okkurt talvi, tað vil so verða.

 

 

Nýggjur filmur um Bobby Fischer

Valið av McGuire kann fara at geva Fisher superhetjudám,  tí mest kendi leikluturin,  sum McGuire enn hevur spælt er sera nørdasligi og kiksaði Peter Parker, sum ger eitt evnafrøðiligt eksperiment og brátt verður umgjørdur til superhetjuna Spiderman.

Nýggji filmurin um Fischer skal eita Pawn Sacrifice og skal leikstjórnast av David Fincher.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ratinglistarnir dagførdir

FIDE ratinglistin og tann føroyski ratinglistin eru nú dagførdir eftir liðkappingina og OPEN kappingarnar, ið hava verið, umframt ta donsku liðkappingina.

Sí leinkjur á vinstra bredda, undir Liðkappingin 2010/11 og Annað.

Samlaða støðan í GP2011

Samlaða støðan eftir 9 kappingar:            
               
Navn Rating   Stig   Kappingar Ringasta GP-úrslit  
               
Helgi Dam Ziska 2416   28   4    
John Rødgaard 2333   24,83   5 2,5  
Finnbjørn Vang 2050   24,5   6 4  
Høgni E. Nielsen 1943   18   8 1  
Jákup á R. Andreasen 1916   17,08   6 0,75  
Hjalti T. Jógvansson 1895   14,33   4    
Rógvi E. Nielsen 2134   10,83   5    
Hans K. Simonsen 2095   6   1   Rvl 0 – 1300
Carl Eli N. Samuelsen 2222   6   3    
Brandur Højgaard 1501   4,95   4   Rvl 1301 – 1600
Margar Berg 1705   4,83   5    
Jónfinn Thomsen 1829   4,5   2   Rvl 1601 – 1900
Herluf Hansen 2014   3,7   4    
Helgi Joensen 1620   3   2    
Rógvi M. Olsen 1647   3   2    
Olaf Berg 2304   3   1    
Ingolf Gaard 1848   2,5   1    
Rani Nolsøe 1975   2,5   1    
Vagnur Dam 1547   2   2    
Dánjal J. Jacobsen 1388   1,95   3    
Jón Mikkelsen 1680   1,75   3    
Sigurð Justinussen 1959   1,33   2    
Gutti Petersen 1439   1   1    
Hanus Ingi Hansen 1614   1   1    
Joen P. Johannesen 1419   1   1    
Ólavur Simonsen 2222   1   1    
Justinus Hansen 1528   0,5   1    
Eli W. Finnson 1158   0,25   5    
Elmar Fjallheim 1384   0,25   3    
Heiðrikur T, Jacobsen 1872   0,25   2    
Ingi W. Joensen 1472   0,25   3    
Rani Baldursson 1826   0,2   1    
Herborg Hansen 1888   0,2   4    

 

GP TT-Kvik 2011 Finnbjørn vinnari

 

Helvtin av heimabúgvandi TSF-nevndini, Torbjørn Jacobsen løgtingsmaður, toftamenn og komandi NM-luttakarin Hanna Jacobsen úr KT, kappaðust um heiðurin og vinningarnar.

Sum altíð á Toftum, var kaffi og nýbakað køka. Ryktini vildu vera við, at kokkurin mikli var høvuðsfyriskiparin leygardagin, Brandur Højgaard. 

Óansæð, væl smakkaði og kappingarumstøðurnar vóru framúr góðar !

Ratingfavoritturin til kappingina lá ikki sjóvarfallið av sær, men gjørdi bart og vann øll talvini.

Finnbjørn Vang 2050 fekk 7 av 7 møguligum, meðan Jákup á R. Andreasen 1916 varð nr. 2 við 6/7 og Brandur Højgaard nr. 3 við 4,5 stigi.

Hóast lága luttakaratalið, gav TT ratingvirðislønir til Helga Joensen 1670 og Andrias Danielsen 1050.

Hanna smæddist ikki burtur millum mannfólkið, men tekur seg alsamt meira fram. 2 stig fekk hon til høldar leygardagin,
2 stig fleiri enn Torbjørn Jacobsen, sum telvaði móti sjálvum Kasparov á sinni !

Næsta GP-kappingin verður í Sandavági 26 mars.

Place Name                 

  1   Finnbjørn Vang                      2050    7        18.0  26.0   28.0
  2   Jákup á R. Andreasen           1916    6        18.0  27.0   24.0
  3   Brandur Højgaard                  1501   4.5      18.5  25.5   16.5
  4   Helgi Joensen                        1620    4        18.0  25.0   15.5
  5   Vagnur Dam                          1547   3.5      19.5  26.5   18.0
6-7  Rógvi M. Olsen                      1647    3        17.5  24.5   10.0
      Justinus Hansen                     1528    3        16.5  23.5    9.0
8-9  Andrias Danielsen                 1050    2        18.0  25.0    8.0
      Hanna Jacobsen                     1017    2        15.5  20.0   11.0
10   Torbjørn Jacobsen                             0        15.5  22.0    0.0

No  Name                 Feder Rtg  1    2    3    4    5    6    7 

1.  Finnbjørn Vang                  6:W  4:W  3:W  2:W  5:W  7:W  8:W
2.  Jákup á R. Andreasen            7:W  3:W  5:W  1:L  4:W  8:W  6:W
3.  Rógvi M. Olsen                  8:W  2:L  1:L  7:L  6:L 10:W  9:W
4.  Helgi Joensen                   9:W  1:L  7:D  8:W  2:L  5:D 10:W
5.  Vagnur Dam                     10:W  6:W  2:L  9:W  1:L  4:D  7:L
6.  Justinus Hansen                 1:L  5:L  8:L 10:W  3:W  9:W  2:L
7.  Brandur Højgaard                2:L 10:W  4:D  3:W  9:W  1:L  5:W
8.  Andrias Danielsen               3:L  9:L  6:W  4:L 10:W  2:L  1:L
9.  Hanna Jacobsen                  4:L  8:W 10:W  5:L  7:L  6:L  3:L
10. Torbjørn Jacobsen               5:L  7:L  9:L  6:L  8:L  3:L  4:L

by Swiss Perfect (TM)  www.swissperfect.com

 

GP KTF-Kvik 2011 Helgi vinnari

22 luttakarar møttu til KTF-kvik leygardagin 26 februar.

Hægst rataðu telvararnir í Føroyum, IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard vóru enn eina ferð til dystin fús, og myndaðu toppin alla kappingina. Fleiri 1. deildar telvarar vóru eisini við, og gjørdu at kappingin varð sera sterk. Av hesum kunnu nevnast Torkil Nielsen, Høgni E. Nielsen, Rani Nolsøe, Tummas M. Sólsker, Finnbjørn Vang og Herborg Hansen. Mest óvæntaða úrslitinum stóð Margar Berg tó fyri, hann vann á IM John Rødgard við svarta fólkinum – flott flott !

IM Helgi D. Ziska vann kappingina sannførandi við 6½ av 7 stigum, Finnbjørn Vang varð nr. 2 við 5½ stigum, meðan IM John Rødgaard, Margar Berg, Rani Nolsøe og Ingolf Gaard vóru javnir á 3. plássi.

Ratingvirðislønirnar vunnu Janus Skaale, Sjúrður Olsen og Margar Berg.

Hjartaliga til lukku allir samlir !

NM 2011 – 6. umfar: 1½ stig

 

 

 

Bólkur A
Hjalti Toftum Jogvansson (1890) – Rogvi Egilstoft Nielsen (2115)
Bólkur B
Pætur Poulsen (1247) – Karl M Dahl (1228)
Bólkur C
Emil Sigurdarson (1616) Iceland – Hogni Egilstoft Nielsen (1927)
Sjurdur Olsen (1419) – Jens Albert Ramsdal (1945) Denmark
Bólkur D
Kunal Bhatnagar (1820) Sweden – Silas Eydsteinsson (1315)
Eli W. Finsson (1158) – Oliver Johannesson (1555) Iceland
Bólkur E
Leif Reinert Fjallheim (1000) – Endre Machlik (1215) Norway
Janus Skaale (1123) – Vignir Vatnar Stefansson (1225) Iceland
Sí úrslit, stødur og talv her http://sjakkselskapet.no/nordisk-for-ungdom-2011/

Bólkur A

Erik Thorn (2049) Sweden – Hjalti Toftum Jogvansson (1890) 0 – 1

Dominik Danielsson (1630) Sweden – Rogvi Egilstoft Nielsen (2115) 1 – 0

 

Bólkur B

Martin Haubro (2003) Denmark – Pætur Poulsen (1247) 1 – 0

Karl M Dahl (1228) – Philip Lindgren (2091) Sweden 0 – 1

Bólkur C

Daniel Ebeling (2074) Finland – Hogni Egilstoft Nielsen (1927) 1 – 0

Sjurdur Olsen (1419) – Dennis Liu (1782) Finland ½ – ½

 

Bólkur D

Jesper Sondergaard Thybo (1913) Denmark – Silas Eydsteinsson (1315) 1 – 0

Eli W. Finsson (1158) – Kunal Bhatnagar (1820) Sweden 0 – 1

Bólkur E

Heimir Pall Ragnarsson (1200) Iceland – Janus Skaale (1123) 0 – 1

Kamras Awat (1155) Sweden – Leif Reinert Fjallheim (1000) 1 – 0

 

Sí úrslit, stødur og talv her

 

 

6 umf2 (1)6 umf2 (2)6 umf2 (3)6 umf2 (3)

6 umf (4)6 umf (5)6 umf (7)6 umf (8)6 umf (9)6 umf (10)6 umf (10)6 umfar (1)6 umfar (2)6 umfar (3)6 umfar (4)6 umfar (5)6 umfar (6)6 umfar (7)6 umfar (8)6 umfar (9)6 umfar (10)6 umfar (11)6 umfar (11)6 umfar (13)6 umfar (14)6 umfar (15)6 umfar (16)6 umfar (17)6 umfar (18)6 umfar (19)6 umfar (20)6 umfar (21)6 umfar (22)6 umfar (23)6 umfar (24)6 umfar (25)6 umfar (26)6 umfar (27)6 umfar (28)6 umf (3)6 umf (2)6 umf (1)