Skjótt var eyðsýnt at hann sum frá leið var stinnasti telvari í Vestmanna, og í nøkur ár mundi hann hann hava munin á øllum øðrum telvarum í landinum.
Hann var ímyndin, saman við Durhuus feðgunum, á tí tiltikna Vestmannaliðnum, ið frá 54 – 75 vunnu kappingina um Wood-borðið 11 ferðir, og grundløgdu sterkasta felag í Føroyum, saman við Havnini.
Hans var posisjónellur telvari, og var sera ringur at vinna ímóti, hetta sást eisini aftur á úrslitinum, hann tapti sera sjáldan ímóti føroyskum telvarum.
Í 1970 var hann við til at stovna Talvsamband Føroya, og var 1. skrivari í Talvsambandi Føroya.
Í 1970 sluppu Føroyar eisini at luttaka í OL, og var ein úttøkukapping gjørd ímillum fremstu telvarar í Føroyum, og her sigraði Hans í stórum stíli, og gav bert 3 jøvn talv í 14 umførum.
Hans vann eisini FM-heitið fyri einstakar í 1972, 1. FM-kapping í nýggjari tíð, og helst hevði hann havt vunnið fleiri, um fleiri kappingar høvdu verið upp ígjøgnum 60-ini.
Hann var fastur fúsur á øllum Ol-liðum í 70-unum, og gjørdi tað bragd, at í 78 í Argentina tapti hann onki talv, óhoyrt fyri føroyskar telvarar, tó hevur Rødgaard gjørt honum bragdi eftir.
Hann mest sum gavst at telva umleið 1980, men hevur tó telva okkurt einkult talv árini eftir.
Hóast hann ikki hevur telvað so nógv tey síðstu árini, hevur hann tó verið við fleiri ferðir tá ið talvfelagið hevur verið útferðir, og luttikið í m.a. jólakappingum o.ø, og eisini luttikið í ymiskum samkomum ið Talvsamband Føroya hevur havt, so seint sum í septembur á Gjáargarði við Gjógv.
Hans Petersen var heiðurslimur í Vestmanna Talvfelag, og somuleiðis heiðurslimur í Talvsambandi Føroyum.
Hans var ein sera gløggur maður, og hevði eina sera stóra vitan um øll møgulig viðurskiftið, og stuttligt var at sita og lýða á, tá ið hann greiddi frá.
Hans var 80 ár nú hann bráddliga bleiv settur skákmát í lívsins talvi.
Seinasti leikur er leiktur !
Vegna Vestmanna Talvfelag
Jón Mikkelsen, formaður.