Heim / Tíðindi (síða 57)

Tíðindi

OL: Stórsigur á Libanon

 

(1-0) IM Helgi Dam Ziska (2439) – IM Eid Fadi (2387)
(1-0) Olaf Berg (2274) – Sakr Nassim (2177)

(1-0) FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) – El Jawich Amro (2105)

(½-½) Jóan Hendrik Andreasen (2217) – CM Kassis Antoine (2236)

Føroyameistarin, Olaf Berg, sum í dystinum varð ryktur upp á 2. borð, nú John sat yvir, prógvaði enn einaferð, at hann er hugaliga væl fyri í løtuni. Potentialið kemur veruliga til sjóndar. Sama kann sigast um Carl Eli, sum telvdi eitt áhugavert og vælleikt talv, har mótstøðumaðurin stútt og støðugt varð trýstur av borðinum.

Í talvinum hjá Helga Dam Ziska, sat ein – eftir byrjunarspælið – við kensluni av, at í longdini, átti talvið at verða vunnið. Hetta hóast støðan, at síggja til, var jøvn. Við sera góðum teknikki og tolni, nógvar leikir seinni, varð sigurin veruleiki.

Jóan Hendrik kann av álvara iðra seg um, at hálva stigið glapp av hondum. Tá komið varð í miðspælið, var libanesin – eftir góða telving – greitt við undirlutan. Ein feilur í tíðarneyðini lat Kassis koma fyri seg aftur og hereftir var talvið bara javnt.

Leygarmorgunin telvar Føroyar ímóti Uganda, sum er seedað nr. 125.

Manningin hjá Uganda er, sambært seedingini, veikari enn tann føroyska, men tá tvey tey ovastu borðini ikki eru noteraði við ratingtali, er styrkimunurin ivaleyst væl minni. Tískil er lagt upp til enn eina spennandi uppgerð, har ein sigur hálar Føroyar upp eftir stigatalvuni.

OL: Ov sterkir serbar

 

1. GM Kovacevic Aleksander (2582) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
2. GM Vuckovic Bojan (2615) – IM John Rødgaard (2352)

3. GM Ivanisevic Ivan (2613) – Olaf Berg (2274)

4. GM Markus Robert (2624) – Jóan Hendrik Andreasen (2217)

Meðan John og Jóan Hendrik nakað tíðliga í talvinum komu í trupulleikar, vístu Helgi og Olaf góðar taktir, har Kovasevic og Ivanisevic av álvara máttu kíta seg, til tess fáa sigrarnar til høldar. Nakað órættvíst, at ungu havnamennirnir máttu tómhentir frá borðinum.

Men Helgi sýntist at fløkjast í einum, at síggja til, jøvnum endatalvi og tapti.

Føroyameistarin, Olaf Berg, stríddist manniliga í drúgvum talvi, har hann av álvara bjóðaði krútsterka stórmeistaranum av við aktivari telving, men eitt offur á g7 var tíverri bjargingin hjá serbanum.

Fríggjadag, fyrrapart, telvar Føroyar ímóti Libanon, sum er seedað nr. 98.

1. IM Eid Fadi (2387)
2. Sakr Nassim (2177)

3. El Jawich Amro (2105)

4. CM Kassis Antoine (2236)

Manningin hjá Libanon er eitt vet veikari enn tann føroyska, men lagt er upp til eina spennandi javna uppgerð, har nógv verður lagt fyri, at hála sigurin til heim. Londini hava telvað 5 ferðir áður ímóti hvør øðrum, har Føroyar hava vunnið 3 uppgerðir, 1 endaði javnt, meðan Libanon hevur vunnið tað einu.

Í Dresden 2008 vann Føroyar 3½-½ á Libanon.

OL: Sannførandi sigur á Burundi

1. IM Helgi Dam Ziska (2439) – Ndikumana Yves (0)
2. IM John Rødgaard (2352) – Ntagasigumwami Deo (0)
3. Olaf Berg (2274) – Nininahazwe Tony (0)

4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) – Rwamavubi Jean Bosco (0)

 

Í 3. umfari er Serbia mótstøðuliðið.

 

Meðan Serbia er seedað uml. 21, eru Føroyar seedað nr. 83 av teim 148 luttakandi tjóðunum og tískil verður talan um eina sera torføra uppgávu hjá føroysku manningini – men, har trýstið óivað, í størri mun, er á Serbum.

 

Serbar eru mannaðir við krútsterkum altjóða meistarum (GM):

 

1. GM Sedlak Nikola (2550) – Serbiskur meistari 2010
2.
GM Kovacevic Aleksander (2582)
3.
GM Vuckovic Bojan (2615)

4. GM Ivanisevic Ivan (2613) – Serbiskur meistari 2008 og 2009

5. GM Markus Robert (2624)

 

Enn er ikki almannakunngjørt hvørjir av hesum 5, manna tey 4 borðini í morgin.

OL: USA fór við øllum

Men føroyingarnir stríddust manniliga í móti OL-bronsuvinnarunum 2008 og 2006, hvørs manning er í heimselituni í talvi.

1. GM Nakamura Hikaru (2733) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
2. GM Kamsky Gata (2705) – IM John Rødgaard (2352)
3. GM Shulman Yuri (2636) – Olaf Berg (2274)

4. GM Hess Robert Lee (2596) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

 

Føroyar taptu dystin 4-0.

 

Helgi fekk trupla støðu og tá Nakamura flutti sera skjótt, øktist trýstið í tíðarneyðini og óneyvleikar avgjørdu talvið. Olaf fekk somuleiðis, í tíðarneyðini, eitt verri endatalv. Men ikki minst spell var tað hjá Carl Eli, sum í veruleikanum hevði góða støðu, men snávaði í seinastu leikunum, áðrenn meiri tíð varð løgd aftur at klokkuni. Støðan var avgjørt til meira.

 

Dagins drama borðreiddi IM John Rødgaard fyri ímóti US-meistararnum 2010, Gata Kamsky. Sum talvið leið hómaðist javnleikur í havsbrúnni. Rødgaard stríddist í 59 leikir og fólkið fækkaðist av borðinum. Eitt millumskák í 59. leiki á b7 var loysnin, men ístaðin bleiv mát á miðjum borði, tá fá sekund vóru eftir á klokkuni. Stórt spell hjá OL-veteraninum av Tvøroyri.

 

Mikumorgunin kl. 10.00 er Burundi mótstøðuliðið. Burundi er seedað uml. 60 pláss lægri enn Føroyar og tískil verður lagt til brots eftir greiðum sigri.

 

 

 

OL: 1. umfar: USA – Føroyar – LIVE

Paringin lagaði seg soleiðis, at mótstøðutjóðin er USA, sum vann OL-bronsu tvær tær seinastu olympiadurnar í 2008 og 2006.

USA er seedað nr. 9 og er mannað við heili 3 topp-100 telvarum í heiminum:

1. GM Nakamura Hikaru (2733)
2. GM Kamsky Gata (2705)
3. GM Onischuk Alexander (2688)
4. GM Shulman Yuri (2636)
5. GM Hess Robert Lee (2596)

 

 Nakamura, Kamsky og Onischuk eru ávikavíst nr. 15, 35 og 49 á heimsstyrkilistanum og allir á liðnum, uttan 5. borð, hava verið nationalir meistarar í USA innanfyri seinastu 5 árini.

 

Føroyska liðið er seedað nr. 81:

 

1. IM Helgi Dam Ziska (2439)

2. IM John Rødgaard (2352)

3. Olaf Berg (2274)

4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

5. Jóan Hendrik Andreasen (2217)

Í løtuni er ikki greitt, um bæði Nakamura og Kamsky sessast við talvborðið, ella annar av teim velur at sita yvir, men eitt er greitt, talan verður um eina megnar avbjóðing hjá føroyska liðnum.

Vit hava bert eina ferð áður telvað ímóti USA. Í Skopje 1972 taptu vit 4-0.

Orrustan byrjar kl. 10.00 týsmorgunin. Boðað er frá, at øll talv verða send LIVE.

Talv-landsliðið til OL í Russlandi

Landsliðið – og borðsetingin – á Føroyska OL-landsliðnum 2010, er hendan:

  1. IM Helgi Dam Ziska (2439)
  2. IM John Rødgaard (2352)
  3. Olaf Berg (2274)
  4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)
  5. Jóan Hendrik Andreasen (2217)

 

Liðleiðari verður, eins og í OL 2006 og 2008, Finnbjørn Vang.

Hetta er á 19. sinni, at Talvsambandið sendur landslið til Olymisku leikirnar í talvi, síðani altjóða limaskapin og viðurkenningina í 1970.

Og sjálvsálitið á landsliðnum hevur neyvan verið størri, nú lagt verður til brots í Russlandi. Í OL í Dresden 2008 fekk liðið sera góða plasering, við einum 61. plássi í kapping við heili 146 tjóðir. Eitt nú endaði Føroyar frammanfyri krútsterku grannarnar fyri vestan, Ísland. Og í 2009 vann landsliðið Gull í EM fyri smátjóðir, uttan at tapa eitt einasta talv.

Manningin:

  • Føroya sterkasti telvari nakrantíð, IM Helgi Dam Ziska, er á 3. sinni til OL, hóast bert 20 ára gamalur og vísir framhaldandi framgongd og úrslit.
  • Mr. OL – IM John Rødgaard – luttekur á 13. olympiaduni og sýnist, uttan undantak, ein tryggur skansi fyri liðið á ovaru borðunum. Í veruleikan er tað áhugavert at staðfesta, um John ikki er ávegis at skriva seg í søgubøkurnar viðv. OL-luttøku.
  • Olaf, Carl Eli og Jóan Henrik luttaka á 2. sinni til OL.
  • Telvarar fegnast stórliga um, at stórtalentið, verandi Føroyameistari, Olaf Berg, av álvara ger um seg, inspireraður og motiveraður. 
  • Fide-meistarin, Carl Eli N. Samuelsen hevur, stútt og støðugt, ota seg upp á talvtindin, ímillum teir bestu í Føroyum.  Eftir at hava verið 2. reservi til fyrstu OL-luttøkuna í Calvia 2004, har skoran var 50%, er tíðin búgvin til at vera ein partur av stammuni á liðnum.
  • Jóan Hendrik Andreasen er, aftur hesuferð, jokarin á liðnum. Er ísakaldur, tá á stendur – fær úrslit – og borðreiddi við sera góðum úrsliti, tá hann í Dresden 2008, skoraði heili 61%.

Ein sera spennandi hópur og samanseting, har telvararnir hava havt týðandi leiklut í borðsetingini. 

Ongin ivi um, at mótstøðan verður hørð, men aftur hesuferð er árræði í hásæti, at røkka úrslitum. M.a. luttaka í OL 2010: 247 stórmeistarar (GM) og 160 aljtóða meistarar (IM) – heimselitan er savnað á einum stað.

Føroyar er seedað nr. 79 av 159 tjóðum, t.v.s. júst um miðjuna. Til samanberingar kann nevnast, at Noreg, við heimsins sterkasta telvara í løtuni, við GM Magnus Carlsen á odda, er seedað nr. 26, Svøríki (35), Danmark (44), Ísland (53), Finland (59), Skotland (61) og Írland (73). Russland er aftur hesuferð stórfavorittur at vinna OL, men bæði í 2006 og 2008 streyk Armenia við gullinum, hóast landið er av teimum smáu, við uml. 3,2 mió. íbúgvum. HM-heitini hjá Tigran Petrosjan (1963-1969) hevur givið telvingini heilt serligan – ja, nærum kultstatus – í Armenia. 

Telvað verða 11 umfør, har liðið verður mannað við 4 telvarum hvørt umfarið.

Fyrsta talvið verður telvað komandi týsdag.

Boðað er frá, at øll talv verða send LIVE eins og í Dresden 2008. Vónandi fer hetta at hepnast væl, soleiðis, at vit øll – leik fyri leik – fylgja okkara monnum, tá teir umboða føðilandið og okkum øll til Talv OL 2010.

Leinkja til kappingarsíðuna: HER

Fleiri OL-tíðindi: HER

Klaksvík Steypavinnarar 2010

 

Sigurin kom til høldar í sambandi við Talvgalla-veitsluna við Gjógv leygardagin. Seks feløg settu stevnu, at telva um snotuliga steypið.

Klaksvíkingar løgdu út sum eitt óløgi við at vinna 4 teir fyrstu dystirnar við fullum stigatali. Men sum kappingin leið, dróg samanum í oddinum, har Havnamenn treyðugt vildi ásanna dominansin úr Klaksvíkini.

Og talan gjørdist um eina sanna finalu.

Tá eittans umfarið restaði í, hevði  Havnin lagt seg á odda við ½ stigi og seinasta umfarið var í móti Klaksvíkini.

Hóast ein farra av skelki, vísti Klaksvíkin satt format og setti Havnina ruddiliga uppá pláss við einum eirindaleysum 5-1 sigri í seinasta umfarinum.

Harvið hava Klaksvíkingar vunnið Steypakappingina 2007, 2009 og 2010. Havnin vann í 2008.

Yngsti spírin hjá Klaksvíkar Talvfelag, Janus Skaale, fekk heiðurin at taka ímóti ferðasteypinum.

Endaliga støðan, eftir at liðini høvdu telvað hvør ímóti øðrum:

  1. Klaksvík 37 stig
  2. Havnin 33½
  3. Sandavágur 33½
  4. Vestmanna 16
  5. Havnin2 15
  6. Klaksvík2 12
  7. Toftir 10½
  8. Kollafjørður 10½

Heiðrikur Ársins Stjørnuskot

 

Ungi telvarin úr Havnini hevur, í farna árinum, borðreitt við U16 FM heitinum og ikki minst einari ratingframgongd uppá heil 256 stig, sum er sjálvdan satt í talvhøpi. Fyrr í summar glógvaði av álvara í Politiken Cup í Danmark.

Í uppskoti vóru somuleiðis unglingarnir Einar Gregersen, úr Klaksvík, Sára Traber Olsen, úr Tórshavn og Sjúrður Olsen , úr Vestmanna.

Helgi Ársins Telvari

 

Altjóða meistarin og sterkasti føroyski telvarin nakrantíð, vann, í farna kappingarárinum, m.a. FM í snartalvi, Grand Prix kappingina og gull í EM fyri smátjóðir.

 

Úrslitini í Arctic Chess Challenge í Noregi og Heini Olsen Memorial fyrr í ár, vóru somuleiðis sera sannførandi  avrik á leiðini at gerast stórmeistari í talvi. Málið, sum Helgi hevur sett sær fyri at røkka.

Men hugaliga spennandi gjørdist atkvødugreiðslan, har Olaf Berg, Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen , Herborg Hansen og Rógvi Olsen, somuleiðis vóru í uppskoti.

 

Høgni telvdi vakrasta talvið

Talvið varð vunnið við hvíta fólkinum ímóti Hjalta Toftum Jógvanssyni. Báðir eru teir álopstelvarar um ein háls og tí kom tað ikki óvart á, at júst hendan orrustan gjørdist eitt satt fýrverk, men har Høgni var neyvari og hegnisliga flutti røttu leikirnar í avgerðandi løtunum.

 

 Navnframi, Torkil Nielsen, sum skipaði fyri FM í Sandavági, handaði soninum steypið fyri avrikið.

Altjóða meistararnir IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard tóku dagar ímillum innkomnu uppskotini til vakrasta talvið 2010.

Talvið er at finna undir leinkjuni: FM einstaklingar