Heim / Tíðindi (síða 60)

Tíðindi

FM FINALA 2010 – Liðkapping fyri skúlaungdóm !

Við støði í innleiðandi úrslitunum, eru liðini, sum telvað um FM-heitið hesi (stigatal):

4. flokkur og yngri: Havnin (42), Kollafjørður (38½), Klaksvík (33½). 

5. flokkur og eldri: Havnin (36½), Sandavágur (32½), Klaksvík (31).

Heiðursmerki verða latin liðunum í hvørjum aldursbólki, umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini.

Í opnu kappingini telva hesi liðini:

4. flokkur og yngri: Sandavágur (19), Viðareiði (14½), Havnin2 (11), Kollafjørður3 (7½), Kollafjørður2 (6)

5. flokkur og eldri: Kollafjørður1 (21½), Kollafjørður2 (14), Kollafjørður3 (10), Kollafjørður4 (½)

Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. Lið, sum ikki vinna heiðursmerki, verða somuleiðis heiðraði við minnisluti.

Tilmelding

Seinasta freist at melda luttøku er mikudagin 16. juni, á middegi, á telefon 794722/319472 ella á teldupost-adressu: jogvan@kallnet.fo.

Upplýsið navn á liði (skúli/felag) og aldursbólk. 

Lið, sum ikki hava luttikið innleiðandi, eru vælkomin at luttaka í opnu kappingunum í finalu-umfarinum.

Sí nærri um FM-kappingina: HER 

TALVSAMBAND FØROYA

Myndir: Sanna Djurhuus

Til allar tíðir goymdur í talvhjarta Føroya

 

 

Familjumaður, ein son, góða útbúgving og arbeiði. Sera væl dámdur av næmingum, telvarum – ja, øllum, sum á ein hvønn hátt gjørdust partur av talvinum, har hvør leikur ikki var ein spurningur um at flyta, men ein spurningur um rætta innihaldið.

 

Nøgdsemi, gleði og tankar og visiónir um, hvussu endaspælið varð telvað á frægasta hátt og visiónir um, hvussu føroysk telving kundi mennast enn meiri.

Men ikki minst hevði hann prógvað, at hann var ein hin sterkasti telvarin í Føroysku talvsøguni.
Tíðin gekk undan. Ekki.Vónloysi. Telvarar reistust frá borðunum.
Tíðin fór.
Klokkan varð steðgað.
Ein ófatilig tragedia, at eitt vunnið talv soleiðis varð kolldømt. Lagnan og lívsins órannsakiligi veruleiki tók yvir.
Vit heilsaðu og søgdu tær farvæl sólskinsdagin norðuri í Klaksvík, har prestur við vælvaldum orðum lýsti lívsleiðina, las upp yrking frá Steintóri Rasmussen og heilsan frá Klaksvíkar Talvfelag, næmingar heilsaðu og har Eyðun Nolsøe sang “Ljós”, umframt kórsang. Mannfjøldin var stór.
Ein vøkur og fløvandi løta, tá sorgin var næst.

 

 

 

   

 

.

Tveir mánaðir eftir at Heini varð borin í heim, tóku menn seg saman at stovna Talvsamband Føroya. Onki visti man um hetta samanfall tá. Telvað hevði verið í langar tíðir í Føroyum, men nú skuldi koma skil á. Og tað kom tað. Í dag, afturlítandi, hóma vit ein samanhang – eina nýggja byrjan.

Passiónin og nærlagni, har tað hevði týdning at kenna bakrundina, lesa og studera talv, kom rættiliga til sjóndar við Heina, sum flutti av Eiði til Klaksvíkar 10 ára gamalur.

 

Klaksvíkar Talvfelag, við eldsálini Peturi Hans á odda, kom av álvara á vinnarakós við nærlagna unglinginum, sum uttan iva var

viðvirkandi til fyrsta FM-heitið fyri lið hjá Klaksvíkinum í 1988 

       

 

 Ein inspirator av aðrari verð, sum umframt hansara egnu 5 FM heiti fyri eintaklingar, til miklan stoltleika, fyri Klaksvíkina, eisini fekk vinmennirnar Steintór, Eyðun og Rana at trúgva uppá egnan mátt og megi, til tess at náa FM-tindarnar. Kapasitetur, sum ger mun.

   

 

 

 

 

 Sera, sera stoltur var hann, tá tað eyðnaðist Føroyum at gerast besta smátjóðin í talvi í Evropa 2009. Gull. Umframt John, var hann umgirdur av unglingum, Helga, Rógva og Hjalta. Stundum stóð nógv á hjá teim yngru, men hansara positiva lyndi fekk teir at fokusera og ikki minst at trúgva uppá at tað ber til. Tað bar til. Og Heini ressaðist av álvara.

       

 

 Løtan er til stórar visiónir.

 

Detaljurnar vóru Heina næstar. Óansæð um talvið var vunnið ella tapt, so varð hvør leikur endavendur fleiri ferðir. Passiónin var eyðsýnd.

 

Eitt talv er ikki eitt talv, men á einhvønn hátt eitt listaverk. Tí vitugur sum hann var, var ein søga handan – nærum – einhvønn leik og einhvørja støðu.

 

Seinasta dømi um alstóru vitanina innan telvingina bleiv staðfest í Reykjavik Open 2010, har telvarar ógvaðust við vitanina hjá Heina, sum hevði æruna av sigri í spurnarkapping innan talv, við 29½ av 30 møguligum.

 

Gunnar Bjørnsson, talvforseti Íslands, heilsar Føroyum við samkenslu og sum varð kunngjørd íslendska talvumhvørvinum: “Deepest condolence from me and the Iceland chess society to Faroe chessplayers and his family”.

 

 

     

 

 Tað er ikki bert í nærumhvørvinum at skelkurin er stórur. Heini er væl kendur í altjóða talvheiminum, har telvað hevur verið í ótal av altjóða kappingum. Ikki minst hevur OL-luttøkan í 1988, 1992, 1996, 2000, 2002, 2008 verið til miklan sóma fyri Føroyar: 69 talv: 23 sigrar, 27 javnleikir og 19 tap – ein skora uppá heili 53%.

 

Og heimsins besti telvari nakrantíð, Garry Kasparov, hevði ivaleyst undan telvingini kannað eftir og staðfest, hvar ein ikki skal fara í hólmgongu, tá hann telvdi fjøltalv ímóti føroyska landsliðnum. Heini telvdi tryggan javnleik, har heimsmeistarin staðfesti, at fyrireikingin var optimal hjá Heina. Onki at koma eftir. Remis.

 

 

 

 

 

 

 

 

 Vit standa øll í brattlendi og langt er á mál, men mín inniliga vón skal verða, at vit hvør í sínum lagi, styðja hvønn annan uppá slætt. Tí tá komið er uppá slætt, fáa vit útsýnið aftur. Vit síggja allar detaljurnar, leikirnar, menniskja og telvaran, Heina Olsen.

 

Góða Nikolina, Høgni, Poul Andrias, Rógvi, Wille, foreldur og familja.

 

Telvarar drýpa høvur í djúpari sorg, sakni og virðing um Heina og tann stóra týdning hann hevur havt fyri føroyska telving.

 

       

 

 

Eins nívandi sorgin og saknurin er, eins varandi verður minnið um Heina Olsen.

 

Jógvan Joensen

forseti

Talvsamand Føroya

   

 

 

 

 

 

 

 

 

 

     

 

FM UNG

Finalan flutt

FM FINALAN 2010 í liðkappingini fyri skúlaungdóm, verður telvað í Kollafjarðar skúla, ….dagin X. juni, kl. 14.00.

Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum: 4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri, har fýra telvarar manna liðini, umframt evt. í mesta lagi 2 skiftisleikarar.

Innleiðandi kappingar hava verið í Klaksvík og Kollafirði. 

Við støði í innleiðandi úrslitunum, eru liðini, sum telvað um FM-heitið hesi (stigatal):

4. flokkur og yngri: Havnin (42), Kollafjørður (38½), Klaksvík (33½). 

5. flokkur og eldri: Havnin (36½), Sandavágur (32½), Klaksvík (31).

Heiðursmerki verða latin liðunum í hvørjum aldursbólki, umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini.

Í opnu kappingini telva hesi liðini:

4. flokkur og yngri: Sandavágur (19), Viðareiði (14½), Havnin2 (11), Kollafjørður3 (7½), Kollafjørður2 (6)

5. flokkur og eldri: Kollafjørður1 (21½), Kollafjørður2 (14), Kollafjørður3 (10), Kollafjørður4 (½)

Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. Lið, sum ikki vinna heiðursmerki, verða somuleiðis heiðraði við minnisluti.

Tilmelding

Seinasta freist at melda luttøku er …..dagin x. juni, á middegi, á telefon 794722/319472 ella á teldupost-adressu: jogvan@kallnet.fo.

Upplýsið navn á liði (skúli/felag) og aldursbólk. 

Lið, sum ikki hava luttikið innleiðandi, eru vælkomin at luttaka í opnu kappingunum í finalu-umfarinum.

Sí nærri um FM-kappingina: HER 

TALVSAMBAND FØROYA

Fráboðan

Steypakapping/Talvgalla 2010, sum ásett var at verða 22. mai við Gjógv, er fyribils útsett. Sama er galdandi fyri Grand Prix finaluna.

Nærri kunning kemur seinni.

FM finalan í liðkappingini fyri ung verður telvað 30. mai í Kollafirði.

Vegna nevndina

Jógvan Joensen, forseti

Havnin endurtók tvífelt GULL

I yngra bólkinum, 4. flokkur og yngri, gjørdist talan um sera spennandi kapping í millum serliga Havnina og Kollafjørð. Eftir javnleik ímóti Klaksvík og Havnini, telvdu kollifirðingar eirindaleyst við einum endaspurti uppá fýra 4-0 sigrar. Men tað varð júst uppgerðin í móti Klaksvík í fyrsta umfarinum, sum avgjørdi oddastríðið. Havnin fekk betri úrtøku enn Kollafjørður og vann kappingina við 1 stigi tá avtornaði. Klaksvíkingar vunnu trygt bronsuna.

4. borð hjá Havnini, sum telvdi í fyrru kappingini í Klaksvík, Gilli í Hoyvík, hevði forfall til kappingina í dag. Í hansara stað telvdi Kaj Olsen einastandandi væl og vann liðnum 6 av 7 møguligum stigum. Boðar frá góðari breidd hjá vinnarunum.

Havnin (25), Kollafjørður 1 (24), Klaksvík (19), Sandavágur (12½), Viðareiði (9½), Havnin 2 (8½), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 2 (6).

Liðið úr Havnini var mannað við: Áron R. Fjallheim, Eli W. Finnsson, Leif R. Fjallheim og Kaj Olsen.

Lagt er upp til eitt satt drama um FM-heitið – og steypið – í finaluni 16. mai, ímillum serliga Havnina, Kollafjørð og Klaksvík.

Í eldra bólkinum, 5. flokk og eldri, hildu sera royndu unglingarnir úr Havnini fast um oddasessin og vunnu Gull. Liðið er mannað við fyrrverandi og núverandi unglingaføroyameistarunum, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen, umframt Rúna Tindskarð Jacobsen og Johan Hentze. Men tað boðar frá sera góðum tilfeingi av ungum góðum telvarum, at kappingin um FM-heitið hóast hetta als ikki er avgjørd. Havnin hevur vunnið FM-steypið seinastu trý árini, men tað er als ikki givið at sigursrøðin heldur fram. Tí Klaksvíkingar, sum vunnu silvur í Kollafirði í dag og Sandavágur, sum vann bronsuna, geva liðnum úr Havnini ein skarpan gang.

Havnin (20), Klaksvík (18), Sandavágur (17½), Kollafjørður 1 (11½), Kollafjørður 2 (9), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 4 (½).

Finalan verður telvað 16. mai. Tá verða aldursbólkarnir býttir í tveir bólkar, har bestu liðini frá innleiðandi kappingunum telva um FM-heitið, meðan hini liðini telva um gull, silvur og bronsukrónur í opnu kappingini. T.v.s. telvaðar verða 4 kappingar samstundis, har heiðursmerkir verða latin nr. 1,2 og 3.

Dávur Jacobsen, nevndarlimur í Talvsambandi Føroya, handaði medaljur til stoltu vinnararnar.

Myndir: Hjalti Toftum Jógvansson/Sanna Djurhuus/Finn Larsen.

 

HM: Ein søgulig orrusta higartil !

 

Heimsmeistarin, V. Andand, úr India, varð tikin fullkomiliga á bóli í fyrsta talvinum og var av álvara sópaður av borðinum av avbjóðaranum V. Topalov, úr Bulgaria.

Nú varð kanska væntandi, at sjálvsálitið av álvara hevði fingið eitt skot fyri bógvin hjá heimsmeistaranum. 

Als ikki.

Eftir ein positionellan arbeiðssigur í 2. umfari – friðaligan javnleik í 3. umfari – og eitt satt meistaraverk í 4. umfari, við riddaraoffri og tvungnum máti, er signalið greitt. Anand sýnist væl fyri, og fyrireikingarnar hjá Topalov rína ikki við.

Hinvegin vita vit, at Topalov vinnur kappingar í endaspurtinum.

Meir spennandi fær tað neyvan verið.

Nógvar góðar slóðir eru, um ein vil fylgja HM-orrustuni.

Tær mest nýttu eru ivaleyst:

www.chessdom.dom Stórmeistarar gera viðmerkingar til leikirnar so hvørt flutt verður. Eisini ber til at fylgja talvinum, har talvforrit metir um støðuna.

www.chessbase.com Sera góða “after” analysir, viðmerkingar og myndir.

www.anand-topalov.com Almenna heimasíðan við nógvum møguleikum.

Dýra biðidag, kl. 13.00 verður 5. umfar telvað.

 

     

 

Innbjóðing: Liðkapping fyri ung – Dýra biðidag

2. Innleiðandi kapping – Kollafjørður – Dýra biðidag, 30. apríl:

Kappingin verður í Kollafjarðar Skúla, fríggjadagin 30. apríl, kl. 14.00.

Seinasta freist at melda er hósdagin 29. apríl, á middegi, á telefon 794722/319472 ella á teldupost-adressu: jogvan@kallnet.fo.

Upplýsið navn á liði (skúli/felag) og aldursbólk.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

Sí nærri um FM-kappingina: HER 

TALVSAMBAND FØROYA

Havnin stinnast í báðum bólkum

Í kappingini fyri 4. flokk og yngri luttóku 6 lið og tá avtornaði vunnu unglingarnir úr Havnini sannførandi við 2½ stigi fremri enn Kollafjørður, sum við betur dystarstigum hálaðu seg framum Klaksvíkingar. Líkt er til eina spennandi kappingin ímillum júst hesi 3 liðini komandi tvær kappingarnar.

Hugaligt er tað, at Viðareiði luttekur í talvkapping á fyrsta sinni !

Havnin (17 stig), Kollafjørður (14½), Klaksvík (14½), Sandavágur (6½), Viðareiði (5), Havnin 2 (2½).

Gullliðið úr Havnini var mannað við: Gilli í Hoyvík, Leif R. Fjallheim, Eli W. Finnsson, Áron R. Fjallheim. 

Í kappingini fyri 5. flokk og eldri luttóku somuleiðis 6 lið og vann Havnin gullið við 16½ av 20 møguligum, 1½ stig fremri enn Sandavágur, sum gjørdist nr. 2, 2 stig frammanfyri Klaksvíkingar, sum vunnu bronsuna. Unglingar úr Havn hava vunnið kappingina hjá teim eldru undanfarnu 3 árini og sýnast aftur í ár, at verða væl við í kappingini í oddinum.

Havnin (16½), Sandavágur (15), Klaksvík (13), Kollafjørður 1 (10), Kollafjørður 2 (5), Kollafjørður 3 (2½).

Havnarliðið var mannað við: Johan Hentze, Rúna Tindskarð Jacobsen, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen.

 

Spenningurin var sera stórur í yngra bólkinum ímillum Klaksvík og Kollafjørð, hvør lá omaná í kappingini um silvurkrúnurnar. Janus og Hanna telvdu spennandi orrustu. Kollfirðingar struku við sigrinum, uppá dystarstig.

Eftir at seinna innleiðandi kappingin er telvað í Kollafirði Dýra biðidag, verður bólkarnir býttir í 2, soleiðis at telvað verða 4 kappingar í Finaluni, sum verður í mai mánað.

(myndir: Dávur Jacobsen) 

 

 

Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin

 

 

Báðir tveir hava – á hvør á sín hátt – av álvara tikið talvheimin á bóli seinastu árini. Stílurin er ymiskur. Meðan 40 ára gamli, hóvligi, Anand er sannur meistari, tá um fyrireiking viðvíkur og í so máta er meiri heilstoyptur sum telvari, er 35 ára gamli, ágangandi, Topalov, kendur fyri at taka stórar váðar á seg og at sigra við sonnum fýrverki, tá harðast leikar á, umframt at hava serlig evnir at koma sterkt aftur í seinnu hálvu av kappingum. Avbjóðarin hevur, harumframt, heimavallar fyrimunin. 

Anand er trífeldur HM-vinnari í 2000, 2007 og 2008, meðan Topalov vann HM-heitið í 2005. Gjøgnum tíðirnar hava teir verið í orrustu í 44 talvum. Støðan er 11-10 til Topalov. 23 talv endaðu við janvleiki. 

Anand um Topalov: “Ein sera krevjandi telvari, sum megnar draga fram ógvusliga orku við talvborðið og sum fær alt tað burturúr, sum yvirhøvur fáast kann, úr givnu støðuni.”

 

Topalov um Anand: “Anand er eitt hitt størsta talentið í talvsøguni. Hann er í dag 40 ára gamalur og helvtina av tíðini hevur hann verið ein hin sterkasti telvarin í heiminum”.

 

Og sum vanligt er. Sálarliga orrustan er longu byrjað. 

 

Tað var við tógvið stríð at Bulgarar vildu góðtaka, at útseta HM-dystin frá fríggjadegi til leygardag, nú heimsmeistarin, Anand, hevði stórar trupulleikar at koma vegin fram til Sofia, grundað á øskuni úr Íslandi. Eftir 40 tímar í bili var hann frammi. 

 

Telvað verða 12 talv og stendur á jøvnum 6-6, verða 4 kvik-talv telvað 13. mai og hereftir verðür heimsmeistarin 2010 kosin. Anand byrjar við svarta fólkinum leygardagin.  

 

Um okkara leiðir hevur úrslitið í Sofia serligan áhuga, tí ikki er óhugsandi, at vinnarin í Sofia telvar søguligt HM ímóti unga Magnusi Carlsen, úr Noregi, sum í løtuni liggur í oddinum á heimsstyrkilistanum.  

Fylgið HM í talvi á: www.anand-topalov.com