Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 47)

Seinastu Tíðindini

FM Ung-einstaklingar Finalan

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1992-94 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1995-96 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1997-98 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2001 og seinni. (10 ár og yngri)

Finalan verður í "Skúlin við Løgmannabreyt, Karlamagnusarbreyt 47"  leygardagin 26  novembur 2011 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).

Leiktíðin verður 1 tíma til alt talvið. Umførini verða løgd eftir luttøkuni fríggjakvøldið.

Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøld 25. novembur 2011 kl. 18.00.

Meldið til á faroechess@faroechess.com ella smsa 22 14 22 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

GP 3, Kvik-talv á Toftum+tilmeldingar

Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, unglingar 50 kr. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til á sms 22 77 70 ella faroechess@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 16. nov kl. 18.00, og nyttar einki at melda til eftir freistina !

Møtið fjølment !

TOFTA TALVFELAG

 

Tilmeldingar:

 

John Rødgaard 2356

Rógvi E Nielsen 2187

Martin Poulsen 2170

Høgni E Nielsen 2066

Finnbjørn Vang 2006

Andreas Andreasen 1838

Heiðrikur T Jacobsen 1817

Wensil Højgaard 1773

Rógvi Olsen 1713

Andrias Danielsen 1673

Brandur Højgaard 1651

Silas Eyðsteinsson 1597

Helgi Joensen 1584

Justinus Hansen 1575

Rúni T Jacobsen 1469

Karl M Dahl 1407

Eli W Finnson 1385

Finn Larsen 1256

Sigurð Joensen 1248

Arnhold Davidsen 1178

Bjarki Bertholdsen 1000

 

 

 

 

 

 

 

 

FM ung

 

 

 

FM Ung innleiðandi bólkur D

Standings

      Place Name                     Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr.    1   Eli W. Finnsson,                       6        13.5  18.5   24.0   2   Hanna Jacobsen,                        5        13.5  19.5   19.0   3   Bjarni Brimnes,                        4        14.5  20.5   17.0   4   Áron Reinert Fjallheim,                3        15.5  21.5   13.0   5   Jóhann Jensen,                         2        16.5  22.5   10.0   6   Bárður Andreasen,                      1        17.5  23.5    1.0   7   Bjarki Bertalsen,                      0        17.5  24.5    0.0 

Cross Table

      

by Swiss Perfect (TM)  www.swissperfect.com
     No
Name Feder Rtg #1 #2 #3 #4 #5 #6 #7
1 Eli W. Finnsson,     * W W W W W W
2 Hanna Jacobsen,     L * W W W W W
3 Bjarni Brimnes,     L L * W W W W
4 Áron Reinert Fjallheim,     L L L * W W W
5 Jóhann Jensen,     L L L L * W W
6 Bárður Andreasen,     L L L L L * W
7 Bjarki Bertalsen,     L L L L L L *

 

FM Ung bólkur E

Standings

      Place Name                         Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr.    1   Janus Skaale,                              6        12.5  18.5   22.0   2   Ragnar Weihe,                              5        12.5  19.5   21.0   3   Leif Reinert Fjallheim,                    4        13.5  20.5   17.0   4   Árant á Mýruni,                            2        15.5  22.5   10.0  5-6  Mikkjal A. Jacobsen,                       1.5      16.0  23.0    8.0       Benjamin Reinert Fjallheim,                1.5      16.0  23.0    4.0   7   Kaj Olsen,                                 1        16.0  23.5    2.0 

Cross Table

      

     No
Name Feder Rtg #1 #2 #3 #4 #5 #6 #7
1 Janus Skaale,     * W W W W W W
2 Ragnar Weihe,     L * W W W W W
3 Leif Reinert Fjallheim,     L L * W W W W
4 Árant á Mýruni,     L L L * W W L
5 Mikkjal A. Jacobsen,     L L L L * D W
6 Benjamin Reinert Fjallheim,     L L L L D * W
7 Kaj Olsen,     L L L W L L *

 

Frásøgn frá aðalfundi TSF 2011, 14.10.2011

Fundurin byrjaði kl. 17.20. Hanus Ingi Hansen bleiv valdur til orðstýrara. Orðstýrarin staðfesti at aðalfundurin var lógliga lýstur, og at fundurin var viðtøkuførur.

 

Fyri nevndina vóru møttir Finnbjørn Vang, formaður, Dávur Jacobsen, nevndarlimur, og Jákup á Rógvu Andreasen, skrivari. Umframt nevndina vóru møtt umboð úr Havnar Telvingarfelag, Klaksvíkar Talvfelag, Vestmanna Talvfelag, Kollafjarðar Talvfelag og Skopun.

 

1. Formansfrágreiðing

Finnbjørn Vang, formaður, greiddi frá virkseminum í undanfarna árið. Aðalfundurin góðkendi formansfrágreiðingini.

 

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

Roknskapur bleiv ikki lagdur fram vegna tað at formaðurin ikki hevði tilfarið klárt.

Nevndarformaðurin upplýsti tó, at TSF pr. d.d. netto eigur umleið kr. 40.000 av tøkum og tilgóðahavandi peningi.

Nevndarformaðurin fráboðaði samstundis, at eykaaðalfundur í Talvsamband Føroya verður lýstur at vera leygardag 3. desember 2010. Tá verður grannskoðaður roknskapur lagdur fram til góðkenningar. Eftir ætlan verður fundurin hildin áðrenn FM-snarkappingin byrjar. Eykaaðalfundurin verður lýstur nærri seinni.

 

3. Nevndarval

Finnbjørn Vang, Klæmint Hansen og Jákup á Rógvu Andreasen stóðu fyri vali. Klæmint og Jákup bóru seg undan afturvali. Í teirra stað blivu vald Liljan Jacobsen úr Kollafirði og Elmar R. Fjallheim úr Havn.

 

4. Val av 2 grannskoðarum

Aðalfundurin samtykti at afturvelja verandi grannskoðarar. Teir eru Sigurð B. Justinussen og Jákup Mørk.

 

5. Val av 2 dómsnevndarlimum

Aðalfundurin samtykti at afturvelja verandi dómsnevndarlimir, ið eru Jónfinn Thomsen, Petur Hans Poulsen og John Jacobsen. Á aðalfundum TSF, bæði í 2009 og 2010 hevur uppskot verið frammi um at økja talið av dómsnevndarlimum úr 3 upp í 5. Aðalfundurin 2011 samtykti, at á eykaaðalfundinum, sum er ásettur at vera 3. desember 2011, verður talið av dómsnevndarlimum víðkað úr 3 upp í 5, og at víðkaða nevndin skal vera mannað tá. Tað er ein treyt tey bæði nýggju umboðini skulu vera úr hvør sínum felag, so at 5 ymisk feløg eru umboðað í dómsnevndini.

 

6. Innkomin uppskot

Eitt uppskot var innkomið frá fráfarandi kappingarleiðaranum vegna nevndina, um at revsingin fyri ikki at møta upp til dyst í liðkappingini, skal linkast. Uppskotið var tó ikki liðugt orðað. Aðalfundurin samtýkti at broyta § 9 soleiðis, at allir revsitakstir vera hálveraðir. Tað vil t.d. at lið, ið ikki møtir upp, fær -2 stig, ella -½ stig fyri hvønn telvara.

 

 

7. Limagjald

Aðalfundurin samtykti at varðveita verandi limagjald hjá feløgunum um 20 kr. pr. lim.

Til limagjaldið verður styrkilisting brúktur. Nevndin upplysti, at fleiri feløg skylda limagjald fyri fleiri ár. Nevndin heitti á møtt umboð úr feløgum, um at bera boðini víðari til feløgini.

 

8. Ymiskt

Nevndin legði almannakunngjørdi talvkalendaran 2011/12. Umboð úr Havnar Telvingarfelag spurdi um tað var gjørligt at gera smávegis tillaging viðv. 1. umfari í liðkappingini. Eykaaðalfundurin skal setast inn í kalendaran. Aðalfundurin samtykti talvkalendaran. Áheitanin um at flyta 1. umfar verður latin víðari til kappingarleiðaran.

Spurt var um FM fyri einstaklingar á páskum 2012. Nevndin upplýsti at einki felag enn hevði bjóða seg til.

 

Fundur lokin kl. 19.15.

 

 

Jákup á Rógvu Andreasen

skrivari

FM Ung-einstaklingar í Vestmanna

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1992-94 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1995-96 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1997-98 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2001 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:

2. kappingin verður í Vestmanna leygardagin 5. november 2011 (fyriskipari Vestmanna Talvfelag).

Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið.  Byrjað verður kl. 12 í Vestmanna Skúla. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 4. november 2011 kl. 20.00.

Meldið til á tlf. 225516  – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA