Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 54)

Seinastu Tíðindini

OL: Enn ein javnleikur

Lagt varð upp til eina javna uppgerð, har liðini vórðu seedaði ávikavíst nr. 83 og 88, sum eisini vísti seg at halda, tá avtornaði.

(0-1) IM John Rødgaard (2352) – Saleh A.R. Salem (2501)
(1-0) Olaf Berg (2274) – Jasem Al Huwar (2265)
(0-1) FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) – Ali Ali Omar Noaman (2220)

(1-0) Jóan Hendrik Andreasen (2217) – FM Marwan Abdulwahab (2089)

John gjørdi mistak, sum innibar tapta støðu tíðliga í talvinum, meðan Carl Eli telvdi sera orkufrekt og var – at síggja til – ávegis einum sera vøkrum sigri. Men Ali fann júst røttu loysnina við máthóttan á 1. raði.

Olaf og Jóan Hendrik telvdu – við omanfyri 70 leikum – stútt og trygt mótstøðuna av borðinum. Enn eitt umfar, har teir hálaðu sigrar til høldar.

Í 11. og seinasta umfarinum, er mótstøðulandið Mexico, sum er seedað nr. 36, t.v.s. heili 47 pláss fremri enn Føroyar, sum er seedað nr. 83. Krútsterk mótstøða, har altjóða meistarar, við ratingtali omanfyri 2500, manna øll borðini.

 

OL: Javnt ímóti Zambia

Úrslitið av landsdystinum ímóti Zambia, í 9. umfarinum á Talvolympiaduni í Russlandi, gjørdist javnleikur 2-2.

(1-0) Stanley Chumfwa (2315) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
(½-½) FM Daniel Jere (2267) – IM John Rødgaard (2352)
(½-½)   Kelvin Chumfwa (2214) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

(0-1) Andrew Kayonde (0) – Jóan Hendrik Andreasen (2217)

Føroyar var í útgangsstøðinum favorittur at vinna uppgerðina, við atliti at ratingtølunum, men Zambia hevur staðið seg væl á Olympiaduni og samanumtikið var úrslitið tískil ikki heilt av leið.

Helgi yvirsá í tíðarneyðini eina taktiska vending, sum innibar brádligt tap, meðan John og Carl Eli, kanska til tíðir høvdu munin, sum tó ikki eydnaðist at umseta til sigur.

Annan dagin upp í slag sigraði Jóan Hendrik Andreasen á 4. borði og hevur sostatt – av álvara – fingið brodd í telvingina.

Í 10. umfari er mótstøðulandið Sameindu Arabisku Emiratini, sum er seedað nr. 88, t.v.s. nærum ájavnt við Føroyar, sum er seedað nr. 83. Lagt er upp til eina javna og spennandi uppgerð, men har staðfestast kann, at ovastu borðini hjá Emiratunum higartil hava staðið seg sera væl.

 

OL: Tepurt tap ímóti Albania

Albania er seedað 15 pláss frammanfyri Føroyar og vóru Albania sostatt favorittar í uppgerðini.  

(0-1) IM Helgi Dam Ziska (2439) – IM Dritan Mehmeti (2415)
(0-1) Olaf Berg (2274) – IM Seitaj Ilir (2390)
(½-½) FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) – FM Lorenc (2276)

(1-0) Jóan Hendrik Andreasen (2217)– FM Harallamb Boshku (2314)

Á 1. og 2. borði telvdu Helgi og Olaf ágangandi, eftir at miðspælið var lagt afturum, men gav hetta baksláttur og taptu báðir ruddiliga, tá avtornaði.

Carl Eli var hinvegin ongantíð í vanda og telvdi trygt javnleikin til høldar.

Dagsins detalju borðreiddi Jóan Hendrik við, tá hann í jøvnum endaspæli – úr nærum ongum – heilt óvæntað, men ikki minst snøgt, setti Boshku mát á miðjum borði við riddaraskáki.

Í 9. umfari er mótstøðulandið Zambia, sum er seedað nr. 120, t.v.s. væl lægri enn Føroyar, sum er seedað nr. 83.

Tískil verður doyin lagdur á, at vinna uppgerðina.

OL: Olaf koppaði Ekvador

(½-½) GM Carlos Franco S Matamoros (2542) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
(½-½) IM Daniel Mieles Palau (2422) – IM John Rødgaard (2352)
(0-1)   IM Bryan Macias Murillo (2377) – Olaf Berg (2274)

(½-½) IM Alberto Santos Flores (2356) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

Men eftir skjótar – góðar – javnleikir til Helga, John og Carl Eli, har millum lítið og onki hendi, áðrenn menn samdust um javnt, skuldi orrustan avgerðast í talvinum ímillum Olaf Berg og altjóða meistaran, IM Bryan M. Murillo.

Føroyameistarin lá ikki á boðunum, helt á at trýsta við svarta fólkinum í einum frálíka góðum og spennandi talvi, sum vardi heilar 5 tímar og har Olaf støðugt fann røttu loysnirnar. Men Murillo vildi treyðugt ásanna tapið. Vildi hava Olaf at prógva, at hann kundi vinna við bispi og riddara, ímóti kongi. Hóast tíðarneyð – og eftir 116 leikir – varð mátið veruleiki og harvið samlaði sigurin. Sera gott avrik hjá Olafi.

Sigurin á Ekvador inniber, at Føroyar hála seg 18 pláss upp eftir stigatalvuni og er nú nr. 63 av teim 149 luttakandi tjóðunum, nú 4 umfør eru eftir í OL 2010 – hetta er 20 pláss fremri enn uppruna seedingina.

Í 8. umfari er mótstøðulandið Albania, sum er seedað nr. 68, t.v.s. 15 pláss fremri enn Føroyar. Sostatt er lagt upp til sera javna og spennandi uppgerð.

 

OL: Máttu lúta fyri Usbekistan

 

 (½-½) FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) – IM Andrey Kvon (2448)

Men føroyska manningin stríddist væl í uppgerðini. Olaf Berg fekk skjótan og góðan javnleik ímóti GM Barsov. Carl Eli fekk somuleiðis javnt, hóast býtismun minni. Telvdi trygt og lat ikki Kvon koma framat.

Og tað eydnaðist tíverri ikki Helga Dam Ziska at fáa úrtøku ímóti fyrrverandi heimsmeistaranum, Kasimdzanhov. Telvað varð út í endaspælið, tá usbekin dróg longra stráðið.

Tað sá rættiliga gott út hjá Rødgaard ta einu løtuna og ikki var óhugsandi, at ein sigur var at hóma. Men spell var tað, at stig hóast hetta ikki spurdist burturúr.

Í 7. umfari er mótstøðulandið Ecoador, sum er seedað nr. 65, t.v.s. uml. 20 pláss fremri enn Føroyar.

 

OL: Góður sigur á Uganda

Kravið til dystin var tó ein sigur, men javnleikur hevði ikki verðið nøkur katastofa. Tá samanumkom, vunnu Føroyar 3 – 1 á Uganda – eitt gott úrslit, ið samstundis ber við sær sterkari mótstøðu í 6. umfari. Tá møta Føroyar Uzbekistan (seeding 33), sum hevur Rustam Kasimdzhanov á fyrsta borði. Hann er fyrverandi heimsmeistari i talvi, so talan er um dygga mótstøðu.

Talvini í dag vóru annars øll á einari góðari leið. Helgi sat yvir fyri fyrstu ferð, so John fekk kjansin á 1. borði. John telvaði væl, men yvirsá vinnandl leikgongdina og talvið fjaraði út í remis.

Olaf heldur stílin, enn eitt stig til Føroymeistaran. Eitt fínt talv frá Olafi, sum veruligani er í toppformi fyri tíðina.

Carl Eli hevði svarta fólkið á 3. borði. Við einari finnu minni og verri tíð, bjóðaði Carl Eli javnt. Mótstøðumaðurin hugsaði í 25 min. og tók av. Seinni vísti tað seg, at Carl Eli als ikki hevði so galna støðu, men góðtikið úrslit.

Jóan Hendrik fekk heilt stig ídag, eftir drúgt talv. Fyrimunurin var allatíðina til Jóan Hendrik – óført !

Myndir koma so hvørt inn á myndasavnið.

OL: Stórsigur á Libanon

 

(1-0) IM Helgi Dam Ziska (2439) – IM Eid Fadi (2387)
(1-0) Olaf Berg (2274) – Sakr Nassim (2177)

(1-0) FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) – El Jawich Amro (2105)

(½-½) Jóan Hendrik Andreasen (2217) – CM Kassis Antoine (2236)

Føroyameistarin, Olaf Berg, sum í dystinum varð ryktur upp á 2. borð, nú John sat yvir, prógvaði enn einaferð, at hann er hugaliga væl fyri í løtuni. Potentialið kemur veruliga til sjóndar. Sama kann sigast um Carl Eli, sum telvdi eitt áhugavert og vælleikt talv, har mótstøðumaðurin stútt og støðugt varð trýstur av borðinum.

Í talvinum hjá Helga Dam Ziska, sat ein – eftir byrjunarspælið – við kensluni av, at í longdini, átti talvið at verða vunnið. Hetta hóast støðan, at síggja til, var jøvn. Við sera góðum teknikki og tolni, nógvar leikir seinni, varð sigurin veruleiki.

Jóan Hendrik kann av álvara iðra seg um, at hálva stigið glapp av hondum. Tá komið varð í miðspælið, var libanesin – eftir góða telving – greitt við undirlutan. Ein feilur í tíðarneyðini lat Kassis koma fyri seg aftur og hereftir var talvið bara javnt.

Leygarmorgunin telvar Føroyar ímóti Uganda, sum er seedað nr. 125.

Manningin hjá Uganda er, sambært seedingini, veikari enn tann føroyska, men tá tvey tey ovastu borðini ikki eru noteraði við ratingtali, er styrkimunurin ivaleyst væl minni. Tískil er lagt upp til enn eina spennandi uppgerð, har ein sigur hálar Føroyar upp eftir stigatalvuni.

OL: Ov sterkir serbar

 

1. GM Kovacevic Aleksander (2582) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
2. GM Vuckovic Bojan (2615) – IM John Rødgaard (2352)

3. GM Ivanisevic Ivan (2613) – Olaf Berg (2274)

4. GM Markus Robert (2624) – Jóan Hendrik Andreasen (2217)

Meðan John og Jóan Hendrik nakað tíðliga í talvinum komu í trupulleikar, vístu Helgi og Olaf góðar taktir, har Kovasevic og Ivanisevic av álvara máttu kíta seg, til tess fáa sigrarnar til høldar. Nakað órættvíst, at ungu havnamennirnir máttu tómhentir frá borðinum.

Men Helgi sýntist at fløkjast í einum, at síggja til, jøvnum endatalvi og tapti.

Føroyameistarin, Olaf Berg, stríddist manniliga í drúgvum talvi, har hann av álvara bjóðaði krútsterka stórmeistaranum av við aktivari telving, men eitt offur á g7 var tíverri bjargingin hjá serbanum.

Fríggjadag, fyrrapart, telvar Føroyar ímóti Libanon, sum er seedað nr. 98.

1. IM Eid Fadi (2387)
2. Sakr Nassim (2177)

3. El Jawich Amro (2105)

4. CM Kassis Antoine (2236)

Manningin hjá Libanon er eitt vet veikari enn tann føroyska, men lagt er upp til eina spennandi javna uppgerð, har nógv verður lagt fyri, at hála sigurin til heim. Londini hava telvað 5 ferðir áður ímóti hvør øðrum, har Føroyar hava vunnið 3 uppgerðir, 1 endaði javnt, meðan Libanon hevur vunnið tað einu.

Í Dresden 2008 vann Føroyar 3½-½ á Libanon.

OL: Sannførandi sigur á Burundi

1. IM Helgi Dam Ziska (2439) – Ndikumana Yves (0)
2. IM John Rødgaard (2352) – Ntagasigumwami Deo (0)
3. Olaf Berg (2274) – Nininahazwe Tony (0)

4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) – Rwamavubi Jean Bosco (0)

 

Í 3. umfari er Serbia mótstøðuliðið.

 

Meðan Serbia er seedað uml. 21, eru Føroyar seedað nr. 83 av teim 148 luttakandi tjóðunum og tískil verður talan um eina sera torføra uppgávu hjá føroysku manningini – men, har trýstið óivað, í størri mun, er á Serbum.

 

Serbar eru mannaðir við krútsterkum altjóða meistarum (GM):

 

1. GM Sedlak Nikola (2550) – Serbiskur meistari 2010
2.
GM Kovacevic Aleksander (2582)
3.
GM Vuckovic Bojan (2615)

4. GM Ivanisevic Ivan (2613) – Serbiskur meistari 2008 og 2009

5. GM Markus Robert (2624)

 

Enn er ikki almannakunngjørt hvørjir av hesum 5, manna tey 4 borðini í morgin.

OL: USA fór við øllum

Men føroyingarnir stríddust manniliga í móti OL-bronsuvinnarunum 2008 og 2006, hvørs manning er í heimselituni í talvi.

1. GM Nakamura Hikaru (2733) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
2. GM Kamsky Gata (2705) – IM John Rødgaard (2352)
3. GM Shulman Yuri (2636) – Olaf Berg (2274)

4. GM Hess Robert Lee (2596) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

 

Føroyar taptu dystin 4-0.

 

Helgi fekk trupla støðu og tá Nakamura flutti sera skjótt, øktist trýstið í tíðarneyðini og óneyvleikar avgjørdu talvið. Olaf fekk somuleiðis, í tíðarneyðini, eitt verri endatalv. Men ikki minst spell var tað hjá Carl Eli, sum í veruleikanum hevði góða støðu, men snávaði í seinastu leikunum, áðrenn meiri tíð varð løgd aftur at klokkuni. Støðan var avgjørt til meira.

 

Dagins drama borðreiddi IM John Rødgaard fyri ímóti US-meistararnum 2010, Gata Kamsky. Sum talvið leið hómaðist javnleikur í havsbrúnni. Rødgaard stríddist í 59 leikir og fólkið fækkaðist av borðinum. Eitt millumskák í 59. leiki á b7 var loysnin, men ístaðin bleiv mát á miðjum borði, tá fá sekund vóru eftir á klokkuni. Stórt spell hjá OL-veteraninum av Tvøroyri.

 

Mikumorgunin kl. 10.00 er Burundi mótstøðuliðið. Burundi er seedað uml. 60 pláss lægri enn Føroyar og tískil verður lagt til brots eftir greiðum sigri.