Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 55)

Seinastu Tíðindini

OL: 1. umfar: USA – Føroyar – LIVE

Paringin lagaði seg soleiðis, at mótstøðutjóðin er USA, sum vann OL-bronsu tvær tær seinastu olympiadurnar í 2008 og 2006.

USA er seedað nr. 9 og er mannað við heili 3 topp-100 telvarum í heiminum:

1. GM Nakamura Hikaru (2733)
2. GM Kamsky Gata (2705)
3. GM Onischuk Alexander (2688)
4. GM Shulman Yuri (2636)
5. GM Hess Robert Lee (2596)

 

 Nakamura, Kamsky og Onischuk eru ávikavíst nr. 15, 35 og 49 á heimsstyrkilistanum og allir á liðnum, uttan 5. borð, hava verið nationalir meistarar í USA innanfyri seinastu 5 árini.

 

Føroyska liðið er seedað nr. 81:

 

1. IM Helgi Dam Ziska (2439)

2. IM John Rødgaard (2352)

3. Olaf Berg (2274)

4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

5. Jóan Hendrik Andreasen (2217)

Í løtuni er ikki greitt, um bæði Nakamura og Kamsky sessast við talvborðið, ella annar av teim velur at sita yvir, men eitt er greitt, talan verður um eina megnar avbjóðing hjá føroyska liðnum.

Vit hava bert eina ferð áður telvað ímóti USA. Í Skopje 1972 taptu vit 4-0.

Orrustan byrjar kl. 10.00 týsmorgunin. Boðað er frá, at øll talv verða send LIVE.

Talv-landsliðið til OL í Russlandi

Landsliðið – og borðsetingin – á Føroyska OL-landsliðnum 2010, er hendan:

  1. IM Helgi Dam Ziska (2439)
  2. IM John Rødgaard (2352)
  3. Olaf Berg (2274)
  4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)
  5. Jóan Hendrik Andreasen (2217)

 

Liðleiðari verður, eins og í OL 2006 og 2008, Finnbjørn Vang.

Hetta er á 19. sinni, at Talvsambandið sendur landslið til Olymisku leikirnar í talvi, síðani altjóða limaskapin og viðurkenningina í 1970.

Og sjálvsálitið á landsliðnum hevur neyvan verið størri, nú lagt verður til brots í Russlandi. Í OL í Dresden 2008 fekk liðið sera góða plasering, við einum 61. plássi í kapping við heili 146 tjóðir. Eitt nú endaði Føroyar frammanfyri krútsterku grannarnar fyri vestan, Ísland. Og í 2009 vann landsliðið Gull í EM fyri smátjóðir, uttan at tapa eitt einasta talv.

Manningin:

  • Føroya sterkasti telvari nakrantíð, IM Helgi Dam Ziska, er á 3. sinni til OL, hóast bert 20 ára gamalur og vísir framhaldandi framgongd og úrslit.
  • Mr. OL – IM John Rødgaard – luttekur á 13. olympiaduni og sýnist, uttan undantak, ein tryggur skansi fyri liðið á ovaru borðunum. Í veruleikan er tað áhugavert at staðfesta, um John ikki er ávegis at skriva seg í søgubøkurnar viðv. OL-luttøku.
  • Olaf, Carl Eli og Jóan Henrik luttaka á 2. sinni til OL.
  • Telvarar fegnast stórliga um, at stórtalentið, verandi Føroyameistari, Olaf Berg, av álvara ger um seg, inspireraður og motiveraður. 
  • Fide-meistarin, Carl Eli N. Samuelsen hevur, stútt og støðugt, ota seg upp á talvtindin, ímillum teir bestu í Føroyum.  Eftir at hava verið 2. reservi til fyrstu OL-luttøkuna í Calvia 2004, har skoran var 50%, er tíðin búgvin til at vera ein partur av stammuni á liðnum.
  • Jóan Hendrik Andreasen er, aftur hesuferð, jokarin á liðnum. Er ísakaldur, tá á stendur – fær úrslit – og borðreiddi við sera góðum úrsliti, tá hann í Dresden 2008, skoraði heili 61%.

Ein sera spennandi hópur og samanseting, har telvararnir hava havt týðandi leiklut í borðsetingini. 

Ongin ivi um, at mótstøðan verður hørð, men aftur hesuferð er árræði í hásæti, at røkka úrslitum. M.a. luttaka í OL 2010: 247 stórmeistarar (GM) og 160 aljtóða meistarar (IM) – heimselitan er savnað á einum stað.

Føroyar er seedað nr. 79 av 159 tjóðum, t.v.s. júst um miðjuna. Til samanberingar kann nevnast, at Noreg, við heimsins sterkasta telvara í løtuni, við GM Magnus Carlsen á odda, er seedað nr. 26, Svøríki (35), Danmark (44), Ísland (53), Finland (59), Skotland (61) og Írland (73). Russland er aftur hesuferð stórfavorittur at vinna OL, men bæði í 2006 og 2008 streyk Armenia við gullinum, hóast landið er av teimum smáu, við uml. 3,2 mió. íbúgvum. HM-heitini hjá Tigran Petrosjan (1963-1969) hevur givið telvingini heilt serligan – ja, nærum kultstatus – í Armenia. 

Telvað verða 11 umfør, har liðið verður mannað við 4 telvarum hvørt umfarið.

Fyrsta talvið verður telvað komandi týsdag.

Boðað er frá, at øll talv verða send LIVE eins og í Dresden 2008. Vónandi fer hetta at hepnast væl, soleiðis, at vit øll – leik fyri leik – fylgja okkara monnum, tá teir umboða føðilandið og okkum øll til Talv OL 2010.

Leinkja til kappingarsíðuna: HER

Fleiri OL-tíðindi: HER

Klaksvík Steypavinnarar 2010

 

Sigurin kom til høldar í sambandi við Talvgalla-veitsluna við Gjógv leygardagin. Seks feløg settu stevnu, at telva um snotuliga steypið.

Klaksvíkingar løgdu út sum eitt óløgi við at vinna 4 teir fyrstu dystirnar við fullum stigatali. Men sum kappingin leið, dróg samanum í oddinum, har Havnamenn treyðugt vildi ásanna dominansin úr Klaksvíkini.

Og talan gjørdist um eina sanna finalu.

Tá eittans umfarið restaði í, hevði  Havnin lagt seg á odda við ½ stigi og seinasta umfarið var í móti Klaksvíkini.

Hóast ein farra av skelki, vísti Klaksvíkin satt format og setti Havnina ruddiliga uppá pláss við einum eirindaleysum 5-1 sigri í seinasta umfarinum.

Harvið hava Klaksvíkingar vunnið Steypakappingina 2007, 2009 og 2010. Havnin vann í 2008.

Yngsti spírin hjá Klaksvíkar Talvfelag, Janus Skaale, fekk heiðurin at taka ímóti ferðasteypinum.

Endaliga støðan, eftir at liðini høvdu telvað hvør ímóti øðrum:

  1. Klaksvík 37 stig
  2. Havnin 33½
  3. Sandavágur 33½
  4. Vestmanna 16
  5. Havnin2 15
  6. Klaksvík2 12
  7. Toftir 10½
  8. Kollafjørður 10½

Heiðrikur Ársins Stjørnuskot

 

Ungi telvarin úr Havnini hevur, í farna árinum, borðreitt við U16 FM heitinum og ikki minst einari ratingframgongd uppá heil 256 stig, sum er sjálvdan satt í talvhøpi. Fyrr í summar glógvaði av álvara í Politiken Cup í Danmark.

Í uppskoti vóru somuleiðis unglingarnir Einar Gregersen, úr Klaksvík, Sára Traber Olsen, úr Tórshavn og Sjúrður Olsen , úr Vestmanna.

Helgi Ársins Telvari

 

Altjóða meistarin og sterkasti føroyski telvarin nakrantíð, vann, í farna kappingarárinum, m.a. FM í snartalvi, Grand Prix kappingina og gull í EM fyri smátjóðir.

 

Úrslitini í Arctic Chess Challenge í Noregi og Heini Olsen Memorial fyrr í ár, vóru somuleiðis sera sannførandi  avrik á leiðini at gerast stórmeistari í talvi. Málið, sum Helgi hevur sett sær fyri at røkka.

Men hugaliga spennandi gjørdist atkvødugreiðslan, har Olaf Berg, Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen , Herborg Hansen og Rógvi Olsen, somuleiðis vóru í uppskoti.

 

Høgni telvdi vakrasta talvið

Talvið varð vunnið við hvíta fólkinum ímóti Hjalta Toftum Jógvanssyni. Báðir eru teir álopstelvarar um ein háls og tí kom tað ikki óvart á, at júst hendan orrustan gjørdist eitt satt fýrverk, men har Høgni var neyvari og hegnisliga flutti røttu leikirnar í avgerðandi løtunum.

 

 Navnframi, Torkil Nielsen, sum skipaði fyri FM í Sandavági, handaði soninum steypið fyri avrikið.

Altjóða meistararnir IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard tóku dagar ímillum innkomnu uppskotini til vakrasta talvið 2010.

Talvið er at finna undir leinkjuni: FM einstaklingar

 

Ársaðalfundur TSF, 30. septembur 2011

 

 

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 16. septembur 2011.

 

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

 

Skrá sambært lógunum:

 

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt 

 

Í nevndini sita:

 

Finnbjørn Vang, form. 

Klæmint Hansen (tekur ikki við afturvali)

Jákup á Rógvu Andreasen

Ingolf Gaard

Dávur Jacobsen

 

Møtið fjølment !

 

NEVNDIN

NM fyri gentur í Íslandi í vikuskiftinum

Herborg og Sára hava áður verið í NM-orrustu og hava staðið seg sera væl ímóti javnaldrunum úr hinum Norðurlondunum, har heiðursmerkir eru komin til høldar.

Herborg luttekur í U20-bólkinum og er seedað nr. 4, har Inna Agrest, úr Svøríki, sýnist favorittur eftir styrkitalinum at meta. Sára er seedað nr. 5 í U16-bólkinum, meðan Signhild og Hanna eru seedaðar ávikavíst nr. 2 og nr. 7 í yngsta U13-bólkinum.

Fylgið kappingini á hesi leinkjuni: NM 2010 har 2 talv úr hvørjum bólki verða send LIVE hvørt umfarið. 

Telvað verða 5 umfør.

Skráin:

1. umfar, fríggjadag, kl. 19.30

2. umfar, leygardag, kl. 11.00

3. umfar, leygardag, kl. 17.30

4. umfar, sunnudag, kl. 11.00

5. umfar, sunnudag, kl. 17.30 

 

  

 

Arctic Chess Challenge – fyrsti av tveimum pørtum

Eftir drúgva ferðing via Vágar-Keypmannahavn-Riga var tað gleðiligt at uppliva norskt gestablídni, so skjótt vit fingu beinini niður at í Tromsø. Fyrireikararnir stóðu á flogvøllinum og tóku ímóti, so hvørt sum eg og hinir telvararnir høvdu fingið viðførið til høldar, og sum góðir vertir syrgdu teir fyri, at vit komu á hotellið í øllum góðum. Hetta skuldi tó vísa seg einans at vera toppurin av ísfjallinum, tí kappingin var í allar mátar framúr væl fyriskipað. Grundviðurskifti sum talvhøli, útgerð og analysurúm (við kafé!) vóru øll til UG, og fyrireikarar og dómarar vóru altíð fyrikomandi og hjálpsamir. Harafturat vóru nógv ymisk tiltøk á skránni, bæði áðrenn og eftir umførini. Umframt snarkapping og siðbundnu grillveitsluna, sum tey allar flestu tóku lut í, skipaðu fyrireikararnir fyri fiski-, fjallgongu- og bátatúrum nærum hvønn dag (og fyri sera sámiligan prís). Arctic Chess Challenge hevði sostatt eisini nógv at bjóða teimum, sum ikki vóru komin fyri at sita í kamarinum og studera talvvariantar 24-7. Kappingin kann avgjørt viðmælast!

Til telvingina. Eftir 2. umfar, har eg mátti lúta móti lágtrataða, men vælleikandi svianum, Kent Angskog (2204), í einum sera fløktum talvi, vóru vánirnar fyri einum ordiliga góðum úrsliti ikki av teim bestu. Fyri at javnviga eitt tap móti einum 2200-telvara krevst við mínum ratingtali ein sigur móti einum 2650-telvara, so hetta tapið kom sum eitt ordans skot fyri bógvin. Eg kom tó á stevið aftur við sigrum í 3. og 4. umfari og tveimum kærkomnum javnleikum í 5. og 6. umfari, móti ávikavist GM Vladimir Burmakin (2605) úr Russlandi og GM Alexander Moiseenko (2667) úr Ukraina. Endaliga úrslitið var í tráð við væntaðu úrtøkuna: 5½ stig av 9 møguligum og ein lítil ratingframgongd á 2 stig. Eg telvaði fleiri lang og tøtt talv móti sterkari mótstøðu, og kappingin var sostatt góð upphiting til Olympiaduna í Khanty-Mansyisk, sum byrjar um ein góðan mánaða. Kappingin varð annars vunnin av russanum, GM Mikhail Kobalia, sum hevði betri mótstøðustig enn GM Manuel Leon Hoyos úr Meksiko. Teir fingu báðir 7½ stig.

 

Niðanfyri havi eg viðmerkt talvið frá 4. umfari:

 

(166) Ziska ,H – Dolzhikova,O [C28]
Arctic Chess Challenge 2010 (4), 03.08.2010
[Helgi Dam Ziska]
Talvið er frá 4. umfarið, mótstøðukvinnan er WGM Olga Dolzhikova (2263) frá Ukraina. Eg havi valt at viðmerkja talvið uttan hjálp frá Fritz ella øðrum talvforritum. Hetta fyri at geva eina betri fatan av mínum egnu tankum um talvið heldur enn at borðreiða við eini rúgvu av telduvariantum. 1.e4 e5 2.Nc3 Nf6 3.Bc4 Nc6 4.d3 Na5 5.Qf3 Eg havi fyrr spælt bæði Rige2 og Ff3 í hesi støðuni, men eftir sum eg í fyrireikingunum til talvið hevði lagt størsta dentin á Drekafrábrigdið í Sisilionskum, sum Dolzhikova eisini spælir, valdi eg at yvirraska kvinnuliga stórmeistaran. 5…c6 6.Bg5 [6.a4 er møguliga neyvari; tá verður svartur noyddur at taka á c4, og hvítur fær spæl eftir d-linjuni: 6…Nxc4 7.dxc4] 6…b5!? Ein roynd at revsa fyrra leikin hjá hvítum: svartur nýtir høvið at breiða seg út á frúgvasíðuni. 7.Bb3 Be7 8.Nge2 Diagram

(166) Ziska ,H – Dolzhikova,O [C28]

Arctic Chess Challenge 2010 (4), 03.08.2010

[Helgi Dam Ziska]

Talvið er frá 4. umfarið, mótstøðukvinnan er WGM Olga Dolzhikova (2263) frá Ukraina. Eg havi valt at viðmerkja talvið uttan hjálp frá Fritz ella øðrum talvforritum. Hetta fyri at geva eina betri fatan av mínum egnu tankum um talvið heldur enn at borðreiða við eini rúgvu av telduvariantum. 1.e4 e5 2.Nc3 Nf6 3.Bc4 Nc6 4.d3 Na5 5.Qf3 Eg havi fyrr spælt bæði Rige2 og Ff3 í hesi støðuni, men eftir sum eg í fyrireikingunum til talvið hevði lagt størsta dentin á Drekafrábrigdið í Sisilionskum, sum Dolzhikova eisini spælir, valdi eg at yvirraska kvinnuliga stórmeistaran. 5…c6 6.Bg5 [6.a4 er møguliga neyvari; tá verður svartur noyddur at taka á c4, og hvítur fær spæl eftir d-linjuni: 6…Nxc4 7.dxc4] 6…b5!? Ein roynd at revsa fyrra leikin hjá hvítum: svartur nýtir høvið at breiða seg út á frúgvasíðuni. 7.Bb3 Be7 8.Nge2 Diagram 

T1-Diagram1

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

8…Nxb3?! Men hetta er høpisleyst: hvíti bispurin fer ongan veg, og tí er tað betri at bíða við avbýtinum, til hvítur antin leikar a3 ella c3 seinni. 9.axb3 0–0 10.Ng3 g6 Hetta er nakað vágið. Tó so, við kreativum spæli varðveitir hvítur eisini ein lítlan fyrimun móti øðrum royndum: [10…h6 11.h4!? var ætlanin hjá mær. Hvítur varðveitir eitt ávíst trýst á kongasíðuni, t.d.: 11…d6 12.Nf5 Bxf5 13.Qxf5 g6 14.Qh3!; 10…d6 11.Nf5 Bxf5 12.Qxf5²] 11.Bh6 Re8 12.Nf5!  Diagram

T1-Diagram2

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

12…Bc5 [12…gxf5? gongur ikki, tí 13.Qg3+ Ng4 14.exf5 Kh8 15.Qxg4 Rg8 16.Qf3 gevur hvítum stóran fyrimun.] 13.Ne3 Be7 Støðan er tann sama sum eftir 11…Re8 við tí muni, at riddarin er komin frá g3 til e3. Hetta er sjálvsagt til fyrimun fyri hvítan, tí á g3 gjørdi riddarin einki, eftir at 10…g6 tók f5- og h5-puntarnar frá honum, men frá e3 hevur hann ræði á teimum týdningarmiklu d5- og g4-puntunum. 14.Bg5 Fyri at steðga d5. Men her var h4 áhugavert og helst eisini sterkari: [14.h4 b4 15.Ne2 d5 16.h5! Diagram

T1-Diagram3

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

við fyrimuni til hvítan.16…d4? er ikki ein hóttan her, tí eftir 17.Nc4 Bg4?! 18.Qg3 Bxh5 19.f3! hevur hvítur vinnandi fyrimun. Svartur missir bispin á h5 eftir Fxx og g2-g4, og hann hevur veikleikar á frúgvasíðuni og í sentrum.] 14…d6 15.h4?! Ov bráðsinnað. Orsøkin til, at hesin leikurin ikki er eins sterkur nú, er, at støðan hjá bispinum á g5 gevur svørtum betri verjumøguleikar enn frammanundan. [15.0–0 við ætlanini at spæla Rfd1 og d4 er betri. Hvítur hevur lítlan fyrimun] 15…Nh5! Diagram

T1-Diagram4

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hesin leikurin vísir, hví 14. Bg5 var óneyvt. Um bispurin enn hevði staðið á h6, hevði hesin leikurin einfalt verið svaraður við g2-g4.[15…Kg7 16.g4 h6? 17.Bxh6+! Kxh6 18.g5+ Kg7 19.gxf6+ Bxf6 20.h5± var tað, eg hevði í kvittanum.] 16.Bxe7 [Trupulleikin er, at 16.g4?! Bxg5 17.hxg5 Nf4 ongan veg førir fyri hvítan.] 16…Qxe7 17.Ne2 Qf6?! Hetta kom sum eitt gleðiligt yvirraskilsi. Leikurin er í sjálvum sær fínur, men ?! verður sett við, av tí at svartur hereftir verður noyddur at leika sera neyvt fyri at varðveita javnvágina. Støðan er meira afturlatin enn opin, og tískil lúrir vandin, at svartur endar við einum vánaligum bispi móti einum góðum riddara hjá hvítum. [17…Be6 18.g4 Nf6 19.Ng3 a5 er helst neyvari. Støðan er jøvn, tí hvítur hevur ongar ítøkiligar álopsmøguleikar.] 18.Qxf6 Nxf6 19.Ra5 Diagram 

T1-Diagram5

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fyri at steðga a7-a5.19…a6 20.f3 [20.Kd2 er sterkari: 20…d5 21.exd5 cxd5 22.c3 Bb7 23.f3!² (verjir fyri skáki á e4) og d3-d4 kemur næstu ferð. Hvítur hevur positionella yvirvág, tí eftir d4 verður bispurin á b7 innistongdur aftanfyri liðfelagar sínar á a6, b5 og d5.] 20…Bb7 21.Kf2 Ætlanin er at spæla Rd1 og d3-d4. 21…d5 22.exd5 cxd5? [22…Nxd5 er rætti leikurin: 23.Nxd5 cxd5 24.d4 f6! (svartur má ikki loyva hvítum at taka á e5 og seta riddaran á d4) 25.b4 og javnleikur er mest sannlíka úrslitið, hóast hvítur enn hevur lítlan fyrimun. Ein ætlan er at taka á e5 einaferð í framtíðini og síðani undirminerað svørtu miðjuna við f3-f4 fyri at fáa riddaran niðan á d4.] 23.d4! Diagram

T1-Diagram6

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað er týdningarmikið at festa svørtu finnurnar á hvítar puntar fyri at avmarka bispin á b7. Nú hevur hvítur greiðan fyrimun: innilæsti bispurin á b7 er passivur, og finnurnar á a6 og d5 eru veikar. 23…e4 24.b4 Riddarin kemur nú niðan á c5 via c1–b3-c5. Allar svørtu finnurnar eru á hvítum puntum, og tað er lætt at síggja, at tann svarti bispurin á b7 ikki er verdur 3 finnur longur. Restin av talvinum er rættiliga líkatil. 24…exf3 25.gxf3 Re7 26.Nc1 Rae8 27.Re1 Nh5 28.Nd3 Ng7 29.Raa1 Rókurin hevði tænt sína skyldu á a5. 29…Ne6 30.c3 Nc7 31.b3 Ætlanin við hesum verður avdúkað um tríggjar leikir. 31…f6 32.Rad1 Kg7?! [32…Kf7 er sterkari, men hvítur hevur framvegis greiðan fyrimun.] 33.Nc5 Bc8 34.c4! Diagram 

T1-Diagram7

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

34…Rd8?? [34…Be6 er frægasti leikurin, men hvítur hevur góðar møguleikar at vinna eftir 35.Nxe6+ Rxe6 36.cxd5 Rd6 37.Rc1 Rd7 (37…Nxd5? 38.Nf5+) 38.d6 Ne6 39.Rc6 Nxd4 40.Rc7!; 34…bxc4 35.bxc4 dxc4 36.d5 Nb5 (hvítur hótti at spæla d6) 37.d6 Rf7 38.d7+- var høvuðstankin handan 34.c4] 35.Nf5+ 1–0