I yngra bólkinum, 4. flokkur og yngri, gjørdist talan um sera spennandi kapping í millum serliga Havnina og Kollafjørð. Eftir javnleik ímóti Klaksvík og Havnini, telvdu kollifirðingar eirindaleyst við einum endaspurti uppá fýra 4-0 sigrar. Men tað varð júst uppgerðin í móti Klaksvík í fyrsta umfarinum, sum avgjørdi oddastríðið. Havnin fekk betri úrtøku enn Kollafjørður og vann kappingina við 1 stigi tá avtornaði. Klaksvíkingar vunnu trygt bronsuna.
4. borð hjá Havnini, sum telvdi í fyrru kappingini í Klaksvík, Gilli í Hoyvík, hevði forfall til kappingina í dag. Í hansara stað telvdi Kaj Olsen einastandandi væl og vann liðnum 6 av 7 møguligum stigum. Boðar frá góðari breidd hjá vinnarunum.
Havnin (25), Kollafjørður 1 (24), Klaksvík (19), Sandavágur (12½), Viðareiði (9½), Havnin 2 (8½), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 2 (6).
Liðið úr Havnini var mannað við: Áron R. Fjallheim, Eli W. Finnsson, Leif R. Fjallheim og Kaj Olsen.
Lagt er upp til eitt satt drama um FM-heitið – og steypið – í finaluni 16. mai, ímillum serliga Havnina, Kollafjørð og Klaksvík.
Í eldra bólkinum, 5. flokk og eldri, hildu sera royndu unglingarnir úr Havnini fast um oddasessin og vunnu Gull. Liðið er mannað við fyrrverandi og núverandi unglingaføroyameistarunum, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen, umframt Rúna Tindskarð Jacobsen og Johan Hentze. Men tað boðar frá sera góðum tilfeingi av ungum góðum telvarum, at kappingin um FM-heitið hóast hetta als ikki er avgjørd. Havnin hevur vunnið FM-steypið seinastu trý árini, men tað er als ikki givið at sigursrøðin heldur fram. Tí Klaksvíkingar, sum vunnu silvur í Kollafirði í dag og Sandavágur, sum vann bronsuna, geva liðnum úr Havnini ein skarpan gang.
Havnin (20), Klaksvík (18), Sandavágur (17½), Kollafjørður 1 (11½), Kollafjørður 2 (9), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 4 (½).
Finalan verður telvað 16. mai. Tá verða aldursbólkarnir býttir í tveir bólkar, har bestu liðini frá innleiðandi kappingunum telva um FM-heitið, meðan hini liðini telva um gull, silvur og bronsukrónur í opnu kappingini. T.v.s. telvaðar verða 4 kappingar samstundis, har heiðursmerkir verða latin nr. 1,2 og 3.
Dávur Jacobsen, nevndarlimur í Talvsambandi Føroya, handaði medaljur til stoltu vinnararnar.
Myndir: Hjalti Toftum Jógvansson/Sanna Djurhuus/Finn Larsen.