Finalan er 9. og seinasta kappingin hetta kappingarárið. Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.
Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu kappingina í ávikavíst 2007 og 2008.
Helgi Dam Ziska vann Grand Prix í 2009,2010, 2011, Rógvi Egilstoft Nielsen vann 2012, Olaf Berg vann í 2013. Undan finaluni liggur Høgni Egilstoft Nielsen fremstur.
Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.
Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 15. minuttir í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100.
Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 10. apríl kl. 18.00 á tlf. 53 27 00 (Torkil) ella kappingarleidarin@faroechess.com
TALVSAMBAND FØROYA