Kappingin í ár hevur í stóran mun verið mest spennandi um 2. og 3. plássið og ratingvirðislønirnar. IM John Rødgaard,
Finnbjørn Vang og Høgni E. Nielsen vóru í harðari orrustu um silvur og bronsuna, meðan ratingvirðislønirnar skiftust
frá kapping til kapping.
Hjalti T. Jógvansson vann tó 1. ratingvirðisløn rímuliga suvirent og hevði hann fleiri góðar kappingar.
2. ratingvirðisløn vann eingin, tí at luttøka krevst í finaluni fyri at koma uppá tal.
3. ratingvirðisløn vann Eli W. Finnson úr Havnar Telvingarfelag, sum enntá sníkti seg at fáa Grand Prix stig,
nakað sum ikki er vanligt fyri unglingar við 1158 í rating. Eitt sera flott avrik av evnaríka unglinganum.
Vinnarin varð als ikki nevndur, men hann er eisini nakað fyri seg. IM Helgi Dam Ziska luttók í 4 kappingum + finaluni,
sum er kravið til GP-skipanina, og vann tær allar ! 35 GP stig av 35 møguligum er einastandandi flott. Kappingarnar vóru
ójavnar í styrki, men fleiri vóru – eftir føroyskum støði – krútsterkar.
Í fótbólti verður nógv tosa um at vinna double, treble o.sfr. Hesin tátturin er við at taka seg upp í talvheiminum,
har IM Helgi Dam Ziska framvegis vísir ræðandi styrki og hevur enn ein einaferð staðfest sína støðu sum Føroya sterkasti telvari.
Helgi hevur vunnið FM í snartelving, FM fyri einstaklingar og nú eisini Grand Prix Finaluna 2011, sum fevnir yvir
10 kappingar í talvárinum. Eitt serstakliga flott úrslit, sum tó má metast fult uppiborið og prógvar dygdirnar hjá unga
havnamanninum. Tekur man kappingarnar uttanlanda við og kagar á FIDE ratinglistan, so sæst eisini ein týðulig framgongd
hjá Helga.
Evnini fornokta seg ikki og hugsar ein um arbeiðsumstøðurnar hjá ítróttamanninum Helga til dagligt, so er tað
einki minni enn eitt bragd at hann soleiðis er í framhaldandi menning við ongum venjara.
Hjartaliga til lukku við sigrinum Helgi og framhaldandi góðan byr !
Grand Prix Finalan 2011:
Nr. 1 IM Helgi Dam Ziska 35 GP-stig
Nr. 2 IM John Rødgaard 27,33 GP-stig
Nr. 3 Finnbjørn vang 24,50 GP-stig
Ratingvirðisløn 1:
Hjalti Toftum Jógvansson
Ratingvirðisløn 2:
eingin
Ratingvirðisløn 3:
Eli W. Finnson