Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulsavtalu við føroyska telvaran Helga Dam Ziska, ið hevur fingið sera góð úrslit bæði í Føroyum og uttanlanda seinastu árini.
Í ár hevur Helgi Dam Ziska fingið sera góð úrslit. Helgi Dam Ziska hevur vunnið finaluna í føroysku Grand Prix-kappingina í talvi. Hann vann kappingina við 8½ stigi av 9 møguligum, ½ stig framman fyri nærmasta avbjóðara. Við sigrinum gjørdist Helgi eisini samlaður Grand Prix-vinnari 2010/11 við tilsamans 35 Grand Prix stigum – ella tað sum svarar til 100% úrtøku. Eisini hevur Helgi Dam Ziska vunnið FM í talvi fyri einstaklingar í 2011.
– Eg eri sera fegin um stuðulin, sum ger tað lættari hjá mær at taka lut í kappingum uttanlanda og menna meg sum telvara, sigur Helgi Dam Ziska í tíðindaskrivi. Helgi Dam Ziska, telvari, og Kristina Háfoss, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, undirskrivaðu sáttmálan.
Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Vit vilja vera við til at menna føroyska telving, og gleðast tí um, at vit kunnu stuðla undir menningini hjá Helga. Okkara samstarv við Helga fer at geva honum betur møguleikar at menna seg og at skapa úrslit, bæði í Føroyum og uttanlanda. Úrslit, ið kunnu gera at hann røkkur sínum máli, ið er, at gerast altjóða stórmeistari í telving.”
Tá umræður altjóða úrslit í ár, so hevur Helgi í vár kappast í Íslandi, har hann gjørdist nr. 31 av 150 telvarum, og hevur hann eisini verið til EM fyri einstaklingar í Fraklandi, har hann gjørdist nr. 86 av 393 telvarum.
Næsta avbjóðingin hjá Helga Dam Ziska verður EM fyri smátjóðir, sum verður í Klaksvík í august mánaða í 2011.
Kelda: portal.fo