Fimm feløg luttóku í steypakappingini við í alt 9 liðum. Alt í alt luttóku úti við 60 telvarar.
Eftir at Sandavágur og Vestmanna leiktu javnleik tá kappingin var gott hálvrunnin, var lagt upp til ein tættan endaspurt millum Klaksvík, Sandavág, og Vestmanna. Men so skuldi ikki vera. Klaksvíkingar vístu klassa tá teir í triðseinasta og næstseinasta umfari vunnu ávíkavist 5½ og 4½ á bestu liðunum hjá Vestmanna og Sandavági. Sostatt var alt avgjørt áðrenn Klaksvík og Havnin møttust í seinasta umfari.
Talvsamband Føroya ynskir Klaksvíkar Talvfelag Hjartaliga til lukku við steypinum, ið verður handað seinni íkvøld. Nú verður farið til borðs í ársins Talvgalla í Gjáargarði, har telvarar fara at hugna sær og taka saman um talvárið ið fór. Talvsamband Føroya takkar feløgunum fyri luttøku.
Endaliga støðan í steypakappingini gjørdist:
1. Klaksvík 1 42½ stig út av 48 møguligum
2. Sandavágur 1 37
3. Vestmanna 1 36
4. Klaksvík 2 26
5. Vestmanna 2 21½
6. Sandavágur 2 17
7. Toftir 16½
8. Havnin 10½
9. Sandavágur 3 9
Myndir eru í myndasavninum