Kappingin var sera jøvn allan vegin, har einir 6 telvarar høvdu møguleika at vinna tá ið komið var í helvt. Síðsta umfar telvaði Petur ímóti arvafíggandanum Kára Durhuus, og vann Petur, ja, so vann hann kappingina, men tað endaði við at Kári vann, og so endaði alt við at Jákup til síðst vann. Martin vann í síðsta umfarið ímóti Samson, men var ov stuttur.
Eftir kappingina var borðreitt við ræstari súpan og kjøtið, og vóru menn á einum málið um, at hetta var eitt tað besta kjøti menn høvdu etið, sjálvt Martin hevði jólastjørnir í eygunum.
Rógvi Hansen vann ratingvirðislønina, meðan Samson vann mandulgávuna.
Martin vann á Petur um 2. plássið.
Ein góð kapping var komin at enda, og menn gleða seg til næsta ár. Annars skuldi Torbjørn verða við, men hann settist aftur grunda av at hann skuldi grava kava á Oyggjarvegnum.
Endaliga støðan:
1. Jákup á Rógvu Andreasen 13½
2. Martin Brekká 13 (umdyst 2-0 ímóti Petur)
3. Petur Højgaard 13
4. Samson Højgaard 11½
5. Jón Mikkelsen 10½
6. Kári Durhuus 10½
7. Einar Olsen 9½
8. Hanus Ingi Hansen 9
9. Rógvi Hansen 9
10. Alfred Olsen 6½
11. Sjúrður Olsen 6½
12. Jóhann Vørmadal 6½
13. Rói Holgarsson 5
14. John Jacobsen 4½
15. Palli Johannesen 4
16. Jóhan Jákup Vørmadal 2½
17. Fróði Skúvadal 2