B-bólkurin
Rúni hevði svarta fólkið ímóti dananum Casper Christensen (1955). Danin veik frá tí, sum vit høvdu fyrireikað undan talvinum, men Rúni fann allar teir røttu leikirnar og kom frá byrjanini við greiðum fyrimuni. Hvíti kongurin, sum ongantíð slapp í borg, var undir trýstið alt talvið, og tá Rúni eisini vann eina finnu, vóru vónirnar til sigurin heilt góðar. Støðan var tó fløkjaslig, og alt meðan tíðin byrjaði at ganga undan, yvirsáð Rúni eina taktiska finessu. Og tað var tað stigið. Spell, men Rúni vísti góðar taktir.
C-bólkurin
Silas møtti einum av kappingarfavorittunum, svianum Egor Norlin (2005). Silas kom væl frá byrjan sum svartur í einum kongaindara og forðaði mótspælinum hjá hvítum á tematiskan hátt við 10…a5! Næstu leikirnir vóru eisini eftir bókini, men so slapp ein hvítur riddari inn á e6. Silas kundi varðveitt javnvágina við 18…Rfb8 við ætlanini at dobbla á b-linjuni, men valdi skeivu ætlanina. Tá tann næsti riddarin eisini slapp inn í støðuna, hesaferð á b6, varð trýstið ov stórt. Kortini væl telvað av Silasi, sum sýndi gott forstáilsi fyri kongaindaranum.
Høgni telvaði við svørtum ímóti norsku gentuni, Moniku Machlik (1718). Høgni fekk tíðliga í talvinum trýst ímóti hvítu finnunum á c3 og c4, og sum frá leið var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein teirra mátti av borðinum. Við sterkum positiónsspæli gagnnýtti Høgni til fulnar veikleikarnar í hvítu støðuni, og bispaendatalvið við finnu í yvirtali varð ført trygt til sigurs.
D-bólkurin
Eli telvaði við hvítum ímóti svianum Kunal Bhatnagar (1813). Mótstøðumaðurin leyp hvøkk á við einum frúgvaleiki út á a5 í byrjanini, og Eli fann ikki besta aftursvarið. Ein óneyvur leikur var nóg mikið til, at mótstøðumaðurin vann kvalitet og fekk avgerandi álop. Sjálvt tann besti kann verða tikin á bóli í byrjanini, so vit hava avtala, at hatta tapið ikki telur meira enn hálvt.
Hóast mótstøðumaðurin leikti heldur enn ikki óvanligt, kom Bjarni væl frá byrjan við svørtum ímóti finnanum Jan Demidov (1786). Í javnari støðu blandaði hann tó tveir leikir saman og misti mann. Bjarni stríddist manniliga og setti fellur fyri mótstøðumanninum, har hann kundi, men at enda varð tann misti maðurin avgerandi.
E-bólkurin
Janus telvaði við hvíta fólkinum ímóti 8 ára gamla stórtalentinum úr Íslandi, Vignir Vatnar Stefansson (1461). Vit høvdu fyrireikað ein langan, vandamiklan variant ímóti sisilionsku byrjanini, men mótstøðumaðurin yvirraskaði okkum tíverri longu tíðliga í talvinum. Janus lat ikki við seg koma, telvaði væl, og hóast dupulfinnu á c-linjuni fekk hann avvikla til eitt javnt endatalv. Ein óneyvur leikur var tó nokk til, at mótstøðumaðurin slapp inn annað rað við rókunum og fekk vinnandi fyrimun.
Ragnar hevði hvítt ímóti svianum Klemens Ng (1537). Hóast kongarnir fóru í stuttu borg, vardi ikki leingi, so høvdu báðir partar blaka g- og h-finnur niðan brekkuna. Finnurnar møttust á hálvum borði, og h-linjan varð opnað oman ímóti konginum hjá okkara manni. Tað sá hættisligt út eina løtu, ikki minst tá sviin offraði mann niðri á g2 og sendi frúgv og rók oman eftir h-linjuni, men Ragnar fann røttu verjuna, og mótstøðumaðurin mátti ásanna, at tað var sum at sletta vatn á gás. Tá saman um kom var tað svarti kongurin, sum var í størri vanda enn tann hvíti. Ragnar bjóðaði javnt við manni meira, og sviin sá ikki aðrar møguleikar enn at taka av. Tað hevði sjálvandi verið stuttligt at fingið alt stigið, men ein sera góð byrjan hjá Ragnari ímóti einum mótstøðumanni, sum er rataður næstan 500 stig hægri.
2,5 stig í fyrsta umfari má sigast at vera á einari leið. Av tí at ovara hálva á styrkilistanum møtir niðaru hálvu í fyrsta umfari, og flestu føroyingarnir eru styrkismettir í niðaru hálvu, er mótstøðan sum vera man serliga hørð í fyrsta umfari. Vónirnar eru tí góðar til fleiri stig komandi umførini.