Stórtíðindi: Talvstjørna til Føroya !
Fyrrverandi heimsmeistarin og ein av mætastu telvarunum í nýggjari tíð, GM Veselin Topalov, vitjar í Føroyum 1. mei.
Klokkan 15 telvar hann tvey snartalv ímóti IM Helga Dam Ziska í hølum Havnar Telvingarfelags, og klokkan 16 verður simultantelving á Torginum í SMS, har ein samansjóðing av evnaríkum unglingum og eldri telvarum sleppur at royna seg ímóti bulgarsku heimsstjørnuni. Øll eru sjálvsagt vælkomin til tiltøkini.
Topalov, føddur 1975, gjørdist heimsmeistari í 2005, eftir at hava kveistrað alla mótstøðu til viks í HM-kappingini í San Luis við 10 stigum av 14 møguligum, hálvtannað stig framman fyri nærmastu avbjóðararnar. Topalov misti HM-heitið í dysti ímóti Vladimir Kramnik árið eftir, men hevur síðani javnan ligið ovastur á styrkilistanum hjá FIDE. Topalov er ein av seks telvarum, sum hava megnað at vunnið seg upp um 2800 ratingstig, og so seint sum í mei 2010 ljóðaði styrkitalið á heili 2812. Í løtuni stendur hann við 2752 ratingstigum.
Við á ferðini til Føroyar er eisini Silvio Danilov, umboðsmaður hjá Topalov og núverandi forseti í ECU – Evropeiska Talvsambandinum.
Áðrenn orrustuna í SMS fara teir báðir at vitja ymsa staðni og tosa um teirra royndir við talvi.
Talvsamband Føroya