Uppskot til aðalfundin
Webmaster
16. oktober 2012
1: Uppskot um broyting í viðtøkum vegna skattafrælsið.
§11b. Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.
Skal broytast til:
§11b. Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar til talvfeløgini.
2: Uppskot til aðalfundin viðvíkjandi dupultumfar í liðkappingini.
Nevndin mælir til at telva 6. og 7. umfar í liðkappingini leygardagin 19 januar (allar deildir).
Fyrra umfarið byrjar kl. 10.00, meðan seinna umfarið verður telvað uml. kl. 16.00.
3: Uppskot at hækka limagjaldið úr 20 kr. pr lim til 100 kr. pr. lim.
Uppskotið leggur upp til eina hækking, men eisini eina uppdatering av Grand Prix.
Verður lagt fram á aðalfundinum.