Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / IM John Rødgaard FM í Snartalv

IM John Rødgaard Føroyameistari í snartalv.

Føroyameistaraheitið í snartalv bleiv telvað í vikuskiftinum.

 

Í øllum aldursbólkum við styrkitølum frá 1000 til 2356, møttu18 telvarar til dystin fús.

Frálíku karmarnir í Skúlanum á Løgmannabreyt løgdu lunnar undir eina góða kapping.

 

IM John Rødgaard FM í Snartalv

Undanfarin ár hevur ein ávísur IM Helgi Dam Ziska verið einaráðandi á økinum,

men hesa ferð var hann staddur uttanlanda í lestrarørindum,so nýggjur meistari skuldi finnast.

 

Favorittar at vinna kappingina vóru sjálvsagt teir høgt rataðu. 

Serliga hjá hægst rataða telvaranum í kappingini, IM John Rødgaard,var eingin slingur í valsinum.

 

John lat ongan iva vera um síni snartalvsevnir, lá fremstur alla kappingina,

og vann Føroyameistaraheitið trygt við 16½ stigi av 18 møguligum.

Á øðrum plássi kom Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági við 13½ stigi,

 og TSF forsetin Finnbjørn Vang varð nr. 3 við 13 stigum.

 

Borgar Jónsson Stórá og Rúni Tindskarð Jacobsen vunnu ratingvirðislønirnar,

 fyri ávikavist besta úrslit fyri telvarar rataðir millum 1000-1400 og 1401-1800.

 

Nú bæði barna-, ungdóms-, vikuskiftis- og liðkappingar hava verið nærum hvørt vikuskiftið síðan oktobur mánað,

fara telvarar í tiltrongda vetrarfrí og byrjar kappingarárið aftur 6. januar.

Tá verður 5. umfar í liðkappingini telvað. Hettar kappingarárið sær út til at verða serstakliga spennandi,

tí einans 1½ stig er á muni millum nr. 1 og 4 í 1. deild.

 

Føroyameistaraheitið í Snartalv 2012 

 

      Place Name                   Feder Rtg Loc  Score M-Buch. Buch. Wins Progr.    1   Rødgaard, John                   2356 16.5     73.0  94.5    9   83.0   2   Nielsen, Rógvi E.                2181 13.5     71.5  96.0    6   67.5   3   Vang, Finnbjørn                  2006 13       70.0  92.5    6   61.0   4   Samuelsen, Carl Eli N.           2171 11.5     73.5  98.0    4   58.0  5-6  Nielsen, Torkil                  2085 10.5     70.5  92.5    4   55.5       Andreasen, Jákup á R.            1989 10.5     60.5  77.0    4   51.0 7-10  Nielsen, Høgni E.                2066 9.5      74.0  98.5    3   52.0       Hansen, Herluf                   2074 9.5      67.0  83.5    4   47.5       Jacobsen, Rúni T.                1469 9.5      57.0  70.0    4   42.5       Højgaard, Brandur                1651 9.5      55.0  68.5    3   43.0  11   Eyðsteinsson, Silas              1597 8.5      64.0  85.0    3   43.0 12-14 Jacobsen, Heiðrikur T.           1817 8        71.0  93.5    3   42.5       Justinussen, Sigurð B.           1890 8        64.5  78.0    4   48.5       Stórá, Borgar J.                 1282 8        51.5  61.0    3   36.0  15   Larsen, Finn W.                  1256 6        52.0  65.0    1   23.0  16   Larsen, Eli W.                   1385 5.5      56.0  66.5    3   31.5  17   Skaale, Janus                    1220 4.5      56.5  67.0    1   24.5  18   Welby, Kevin J.                  1000 0        56.0  71.0    0    0.0 
by Swiss Perfect (TM)  www.swissperfect.com

 

 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …