NM 1-2 umfar

Heiðrikur Tindskarð Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag var stóri maðurin ídag. Hann telvaði javnt við svarta fólkinum fyrra talvið,

og seinna talvið við hvítum vann hann. Báðir mótstøðumenn vóru væl hægri rataðir enn Heiðrikur.

Høgni Egilstoft Nielsen tapti heldur óvæntað fyrsta talvið – Høgni er ein av favorittunum í bólki B -, men kom sterkt aftur í 2 umfari og vann trygt.

Silas Eyðsteinsson fekk síðsta hálva stigið ídag móti einari íslendskari gentu.

 

Samanumtikið ein heldur lak byrjan, men 4 umfør eru eftir at leika, so enn er alt opið.

 

Hans Hjalti Skaale hevði eina samrøðu við IM John Rødgaard um gongdina ídag, upptøkan kann hoyrast her

 

 

LIVE

Úrslit og støður

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …