NM 3-4 umfar

Heiðrikur fekk seg aftur royndan móti sterkari telvarum. Fyrra talvi við svørtum tapti hann, men seinna við hvítum bleiv remis.

 

Tað er ikki oftani at føroyingur er favorittur, men Høgni byrjar at liva upp til heitið. Í dag telvaði hann javnt fyrra talvið og vann sannførandi seinna.

Silas fekk enn ein javnleik í bólki C, meðan Janus og Ragnar í bólki D telvaðu javnt innanhýsis. Sama gjørdu Leif og Jón í E bólkinum.

 

Rúni Vørmadal, Rúni T. Jacobsen og Eli W. Finnson eru enn stigaleysir, men sambært venjaranum, hava teir telvað væl.

Vónandi hava allir fingið stig ímorgin, og heldur enn gjarna okkurt metal í ovaru bólkunum.

 

Hans Hjalti tosar við John, 3 video eru nú her

 

LIVE byrjar kl. 10 íslendska tíð

 

Úrslit og støður

 

 

 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …