Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyar – Ísland 8½ – 1½

 

Í fyrra vinarlandsdystinum millum Føroyar og Ísland legði føroyska liðið hart út, og hølvaði Ísland av 8½ - 1½.

Føroysku telvararnir telvaðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepnið høvdu hendan dagin, so var
sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigur Føroyar hava vunnið á Íslandi nakrantíð !

Føroyar – Ísland 8½ – 1½

Søguligi og afturvendandi landsdysturin millum Føroyar og Ísland (bestu telvarar uttanfyri Reykjavík), hevur verið telvaður síðani 1975.
Í 1975 og 1976 stillaðu íslendarar við sterkastu telvarunum í landinum, meðan liðið í 1978 var mannað við telvarum
frá Eystur – og Norðurlandinum; Ísland vann allar dystirnar.

Síðani 1981 hevur verið telvað aðruhvørjaferð úti/heima á ca. 10 borðum.

Fyrru árini vann Ísland flestu dystirnar, meðan Føroyar seinastu árini hava verið stinnari.

Undan dystinum ímorgin, hava íslendarar vunnið 10 ferðir – 13 um 1975-78 telja við – og Føroyar hava vunnið 6 dystir.
 
Hóast einki er avgjørt fyrrenn síðsti leikur er fluttur, so er sannlíkindi fyri at Føroyar vinna dystin íár.
Ísland skal vinna heili 1 – 9 ímorgin, um teir skulu vinna samanlagt.

Seinni dysturin verður telvaður sunnudagin kl. 14.00 í Ósáskúlin, Klaksvík – øll eru vælkomin at hyggja.

 

Einstøku úrslitini finnast her:

http://chess-results.com/tnr108668.aspx?art=3&rd=1&lan=1&wi=821

 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …