Kappingin verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:
A – bólkur: Telvarar føddir 1996-98 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 2001-02 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2003-04 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2005 og seinni. (10 ár og yngri)
Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !
Byrjað verður kl. 11 í Snjøllu Bjøllu.
Kappingarskipan verður løgd eftir luttakaratalinum.
Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 13. novembur 2015 kl. 21.00.
Meldið til á tlf. 24 36 37 ella tilmelding@faroechess.com – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.
Í undankappingunum verða talvklokkur einans brúktar, um talvið gerst ov drúgt.
Í finaluni verða talvklokkur brúktar. Tíðin verður 20 min. + 30 sec/leik í part til hvørt talvið.
Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – hesar kunnu ikki tillagast.
6 av teimum fremstu í hvørjum bólki, samanlagt eftir tvær kappingar, telva í finaluni. Dømi: telvari X luttekur í tveimum kappingum og fær 2 stig í fyrstu kapping og 2 í aðru kapping.
Samanlagt hevur telvari X fingið 4 stig. Telvari Y luttekur í einari kapping og fær 3 stig, samanlagt fær hann 3 stig. Av hesum fer telvari X í finaluna við 4 stigum.
Enda telvarar javnir í stigum, hevur telvari, ið luttekur í báðum undankappingum framíhjárætt.
Í finaluni vinna tveir teir fremstu telvararnir í hvørjum bólki sær rættindi at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum fyri skúlaungdóm 2016 í Svøríki.
TALVSAMBAND FØROYA