Føroyska talvlandsliðið luttekur í Small Nations 2013 í Monaco nú um dagarnar.
10 smátjóðir eru við í kappingini, og telvað verða 9 umfør, øll móti øllum.
Small Nations Monaco 1. umf
Webmaster
25. november 2013
Í ferðalagnum eru IM Helgi Dam Ziska, IM John Arni Nilssen, IM John Rødgaard,
FM Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og Finnbjørn Vang, forseti í TSF sum ferðaleiðari.
Føroyska liðið er styrkismett nr.1 við eini miðalrating á 2380 – mesta nakrantíð
hjá føroyska talvlandsliðnum. Andorra hevur 2370 í miðalrating, og væntast kann
at vinnarin finnist millum hesi liðini.
1. umfar verður kl. 14 føroyska tíð og møta Føroyar Luxembourg.
Í dag telva Helgi, John Arni, John og Olaf.
Fylgjast kann við LIVE á netinum á heimasíðuni hjá franska talvsambandinum:
www.echecs.asso.fr