Kypriotar hava ein 14 ára gamlan á 1. borði, men talentið frá Kypros hevði ongan kjans móti Helga.
John Arni hevði fyrimun alt talvið og vann ein greiðan sigur á 2. borði.
John R. er ikki nøgdur ídag, hann kom væl frá fronsku byrjanini, sum hann kennir út og inn,
men fór skeivur onkustaðni í miðtalvinum. Hettar gav hvítan ein lítlan fyrimun, men tíbetur fyri John, fann kypriotin ikki bestu leikirnar, og endaði talvið javnt.
Olaf telvaði skotsku byrjanina og stóð væl alt talvið. Miðskeiðis ella væl tað, sá út sum at svartur kom fyri seg, men Olaf hevði tamarhald á opnu støðuni, og vann eitt gott talv.
'
6½ stig av 8 møguligum er ein frálík byrjan, og liggja Føroyar nú næstfremst í kappingini.
Tað ger tað heldur ikki verri, at Andorra telvaði javnt móti Malta ídag – eitt óvæntað úrslit.
Matchstig telja fyrst, síðan borðstig og seinast innanhýsis úrslit, tá ið endaliga støðan skal gerast upp.
Liðini, úrslit og støður eru her + LIVE:
Blancs | Res | Noirs | |||
Monaco | 4 | 0 | San Marin | ||
Andorre | 2 | 2 | Malte | ||
Luxembourg | 3 | 1 | Guernesey | ||
Chypre | 0,5 | 3,5 | Iles Feroe | ||
Liechtenstein | 3,5 | 0,5 | Jersey |