Seinastu 2 árini hevur framgongdin verið týðulig fyri unglingan úr Sandavágs Talvfelag,
og vónandi heldur góða gongdin fram eina tíð afturat
Høgni var við tá Føroyar vunnu Small Nations í Monaco ífjør,
gjørdist yngsti Føroyameistari í talvi fyri einstaklingar á Páskum, og var við til OL í Tromsø í august.
Í oktober 2012 var rating talið (styrkistalið) hjá Høgna 2064, meðan hann nú hevur 2273 á altjóða ratinglistanum hjá FIDE.
Um Høgni fær 27 ratingstig afturat í Batumi, hevur hann rætt til at kalla seg FIDE-Master.
Sjálvsagt verður miðað hægri, men tað er eitt av málunum við kappingini.
Ferðaleiðari verður Finnbjørn Vang, nývaldur varaforseti í Evropeisku Talvsamgonguni (ECU),
sum eisini skal á aðalfund í Batumi.
Fylg við kappingini her: European Youth Chess Championship
Fyrsta umfar byrjar kl. 12 føroyska tíð.