Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 9. november kl. 14, í Skúlanum á Argjahamri
talv_flagg

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 9. november kl. 14, í Skúlanum á Argjahamri

 

Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

Tey eldru telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki. Eisini sleppa 6 tey bestu í hvørjum bólki at telva um pláss til NM í finaluni, sum verður í Klaksvík 15/11.

Harumframt fáa øll okkurt fyri luttøkuna.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 7/11 kl. 21!

á telduposti: tilmelding@faroechess.com

Vinarliga upplýsið navn og føðingardag.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva

– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjað.

– tað er ikki at halda seg aftur !

 

Vit síggjast

Talvsamband Føroya og Havnar Telvingarfelag

 

Sí pdf fílu her

 

talv_tegning_born

 

 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …