Heim / Ymiskt / NM 2015 / NM 2015: Høgni tapti í triðja umfari

Nú NM kappingin er hálvrunnin eru svenski Joar Olund og íslendski Dagur Ragnarsson fremstir við fullum stigatal

 

NM í skúlatelving í Klaksvík er hálvrunnið. Klokkan tíggju í morgun var farið undir triðja umfar, sum nú er liðugt. Fjórða umfar er á skránni klokkan 16.

Í A bólkinum (1995-1997) tapti Høgni Egilstoft Nielsen (2372) við hvíta fólkinum ímóti svenska Joar Olund (2291). Hóast Høgni sat við hvíta fólkinum, so var tað Joar Olund, sum megnaði at seta trýst á mótstøðumannin. Tíðliga vórðu frúgvarnar avbýttar, og eftir fleiri aðrar avbýtingar varð trýstið frá svenskaranum so mikið stórt og støðugt, at Høgni legði kongin.

NM 2015: Høgni tapti í triðja umfari

 

Íslendski Dagur Ragnarsson (2059) vann á danska Henrik Oie Lobersli (2004). Hetta ber við sær, at tað, nú kappingin er hálvrunnin, eru tveir telvarar, sum hava fulla úrtøku. Joar Olund úr Svøríki og Dagur Ragnarsson úr Íslandi. Høgni Egilstoft Nielsen er saman við norska Sigve Holleland á triðja plássi við 2,0 stigum.

Í fjórða umfari hittast teir báðir fremstu – Joar Olund og Dagur Ragnarsson. Høgni Egilstoft Nielsen skal við svarta fólkinum telva ímóti danska Rasmus Thøgersen (2137), sum hevur 1,5 stig.

Umframt Høgna Egilstoft Nielsen er ein annar føroyskur luttakari í hesum bólkinum. Tað er Rúni T. Jacobsen (1724). Í triðja umfari eydnaðist honum at røkka remis ímóti Joni Seppala (1760) úr Finnlandi. Hetta var fyrsta úrtøkan hjá Rúna T. Jacobsen í hesi kappingini.

 

B bólkurin (1998-1999)

Í næstelsta bólkinum hevur eingin telvari fulla úrtøku eftir trý tey fyrstu umførini. Fremstur er norski Lars Oskar Hauge, sum hevur 2,5 stig. Føroysku luttakararnir – Eli W. Finsson og Bjarki Bertholdsen – eiga framvegis fyrsta stigið til góða. Teir hittast í fjórða umfari.

 

C bólkurin (2000-2001)

Heldur ikki í hesum bólkinum hevur nakar fulla úrtøku eftir trý tey fyrstu umførini.  Á odda eru finski Valo Hallman (2100) og Klemens NG (1854) úr Svøríki. Teir hava báðir 2,5 stig, og teir hittast seinnapartin í fjórða umfari.

Føroysku luttakararnir eru Kaj Olsen, sum hevur 0,5 stig, og Janus Skaale, sum ikki enn hevur vunnið nakað stig. Teir báðir hittast seinnapartin, tá ið fjórða umfar verður á skránni.

 

D bólkurin (2002-2003)

Einasti luttakarin, sum higartil hevur vunnið fulla úrtøku, er Toivo Keinanen úr Finnlandi. Í triðja umfari vann hann við hvíta fólkinum á Andreas Garberg Tryggestad úr Noregi. Í fjórða umfari verður toppdystur millum Nicolai Kistrup (2079) úr Danmark, sum er næstfremstur, og Toivo Kenanen.

Føroysku luttakararnir í kappingini eru Rógvi Mørkøre og Leif Reinert Fjallheim. Higartil hava teir ikki vunnið úrtøku. Teir hittast í fjórða umfari.

 

E bólkurin (2003-2004)

Í bólkinum við yngstu luttakarunum er Jonas Bjerre (2216) úr Danmark einsamallur á odda við fullum stigatali. Næstfremstur er norski Afras Mansoor (1599) úr Noregi, sum hevur 2,5 stig. Teir báðir hittast í fjórða umfari.

Føroysku luttakararnir eru Benjamin Reinert Fjallheim og Lütjen Akselsson Apol. Teir hava báðir 1,0 stig. Í triðja umfari vann Benjamin Reinert Fjallheim á Nienke Loes Van Den Brink úr Danmark.

 

 

Skrá, støða og úrslit síggjast á faroechess.com

 

 

Sí eisini

NM 2015

NM 2015: Pictures from round 1

Pictures from round 1


 

NM 2015