Heim / Ymiskt / NM 2015 / NM 2015: Høgni svaraði aftur

NM 2015: Høgni svaraði aftur

Høgni svaraði aftur

Rúni T. Jacobsen vann fyri fyrstu ferð í hesi kappingini, og nú er Høgni Egilstoft Nielsen eitt hálvt stig aftanfyri tveir teir fremstu í NM kappini í skúlatelving

Annar kappingardagurin í norðurlendsku kappingini í skúlatelving, sum hetta vikuskifti er í Klaksvík, er av. Í dag riggaði tað tøknliga soleiðis, sum tað varð vónað og væntað. Tað vil siga, at tað bar til at fylgja talvunum beinleiðis á netinum.

Tað verður telvað á Hotel Klaksvík – á Sjómansheiminum – og har verður fimta umfar sunnudagin klokkan 10. Sætta og seinasta umfar verður sunnudagin klokkan 16. Luttakararnir fara av aftur landinum mánadagin.

 

A bólkurin (1995-1998)

Sæð við føroyskum eygum var stóri spenningurin í dag, hvussu tað fór at hilnast hjá Høgna Egilstoft Nielsen í bólki A, ið eru teir, sum eru føddir 1995-1998. Eftir at hann fyrrapartin tapti í triðja umfari, so eydnaðist tað Høgna seinnapartin at reisa seg og við svarta fólkinum at vinna á Rasmus Thøgersen (2137) úr Danmark.

Joar Olund (2291) úr Svøríki, sum fyrrapartin vann á Høgna E. Nielsen, dystaðist í kvøld við Dagur Ragnarsson (2059) úr Íslandi. Talvið endaði remis. Harvið eru teir báðir fremstir við 3,5 stigum. Teimum næstur er Høgni Egilstoft Nielsen við 3,0 stigum.

Í fimta umfari eigur Dagur Ragnarsson hvíta fólkið ímóti Høgna E. Nielsen. Joar Olund skal telva ímóti íslendska Mikael Johann Karlsson (2077). Hann er eftir fýra umfør á fjórða plássi við 2,5 stigum.

Í fjórða umfari var tað hugaligt, at tað eydnaðist Rúna T. Jacobsen at vinna við hvíta fólkinum á Samu Suoninen úr Finnlandi. Hetta var fyrsti sigurin hjá Rúna í hesi kappingini. Hann hevur nú 1,5 stig. Í fimta umfari skal Rúni T. Jacobsen (1724) telva ímóti Erik Karlsson (1997) úr Svøríki. Teir hava báðir 1,5 stig.

 

B bólkurin (1998-1999)

Í B bólkinum er Lars Oskar Hauge (2362) úr Noregi einsamallur á odda við 3,5 stigum. Í kvøld vann hann á Mikkel Manosri Jacobsen (2145) úr Danmark. Næstfremstur er David Bit-Narva úr Svøríki við 3,0 stigum. Hann vann í fjórða umfari á Timo Syvalahti (1947) úr Finnlandi.

Undan fjórða umfari høvdu føroysku luttakararnir í hesum bólkinum ikki vunnið úrtøku. Í kvøld var talan um innanhýsis føroyska uppgerð, og tá eydnaðist tað Eli W. Finnsson at vinna á Bjarka Bertholdsen.

 

C bólkurin (2000-2001)

Klemens NG (1854) úr Svøríki er einsamallur á odda eftir fýra umfør. Hann hevur 3,5 stig. Hann er eitt heilt stig frammanfyri seks telvarar, sum hava 2,5 stig. Í fjórða umfari var toppdystur millum Klemens NG og Valo Hallman (2100) úr Finnlandi. Tað eydnaðist svenska telvaranum at vinna við svarta fólkinum.

Føroysku luttakararnir vóru í innanhýsis uppgerð. Tað endaði remis millum Kaj Olsen, sum nú hevur 1,0 stig, og Janus Skaale, sum vann sítt fyrsta hálva stig í hesi kappingini.

 

D bólkurin (2002-2003)

Toivo Keinanen (2135) úr Finnlandi er einsamallur á odda við 3,5 stigum. Í fjórða umfari misti hann fyrsta hálva stigið, tá ið tað endaði remis millum hann og Nicolai Kistrup (2079) úr Danmark. Nicolai Kistrup er ein av trimum, sum eru eitt hálvt stig aftanfyri Toivo Keinanen. Hinir baðir eru Filip Boe Olsen (2045) úr Danmark og Daniel Nordquelle (1847) úr Noregi.

Undan fjórða umfari var tað ikki eydnast føroysku luttakarunum at vinna nakað stig. Í kvøld var innanhýsis føroysk uppgerð. Hana vann Leif Reinert Fjallheim, sum við svarta fólkinum tryggjaði sær eitt stig ímóti Rógva Mørkøre.

 

E bólkurin (2004-2005)

Tann einasti av teimum 60 luttakarunum í teimum fimm bólkunum, sum eftir fýra umfør framvegis hevur fulla úrtøku, er Jonas Bjerre (2216) úr Danmark. Eftir fýra ferðir fulla úrtøku er hann eitt heilt stig frammanfyri Julian Munk úr Noregi.

Føroysku luttakararnir í hesum bólkinum hava báðir vunnu eitt stig. Í fjórða umfari taptu bæði Lütjen Akselsson Apol og Benjamin Reinert Fjallheim.

Sí eisini

NM 2015

NM 2015: Pictures from round 1

Pictures from round 1


 

NM 2015