Heim / FM lið / Liðkappingin 2014/15 / Endaumfarið telvað í Sandavági

Endaumfarið telvað í Sandavági

 

 

Síðsta umfar í Liðkappingini 2014/15 verður telvað í nýggja skúlanum á Giljanesi, leygardagin 21. mars. Byrjað verður kl. 10.00. Ynskiligt er, at telvararnir møta í góðari tíð.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt,  telvarum at flyta niður í lægri lið/deildDømi: Ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

 

 

Sí eisini

Dupultumfarið 24. januar

Dupultumfarið 24. januar – har øll liðini telva saman –  verður telvað í Tórshavn. Byrjað verður kl. 10:00 í skúlanum við Løgmannabreyt.