Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.
Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.
Medaljur verða latnar trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki.
Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 17. apríl kl. 22! á telduposti: tilmelding@faroechess.com
Vinarliga upplýsið navn, aldur, flokk og skúla.
Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva
– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði
– tað er ikki at halda seg aftur !
Talvsamband Føroya