Heim / FM lið / Liðkappingin 2015/16 / Tilmelding til liðkappingina 2015/2016

Tilmelding til liðkappingina 2015/2016

Tilmelding til liðkappingina 2015/2016

Til feløgini

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2015/2016.

 

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Sandavágur 1, Havnin 1, Klaksvík 1, Rókur 1, Klaksvík 2 og Sandavágur 2 (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Toftir 1 (flutt niður úr 1. deild), Vestmanna 1, Havnin 2, Sandavágur 3, Havnin 3 og Gøta 1 (flutt upp úr 3. deild).

 

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

 

Tilmeldingarfreisin er sunnudagin 11. oktober 2015, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

 

Liðkappingin byrjar ætlandi sunnudagin 25. oktober 2015.

 

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

 

Rógvi Egilstoft Nielsen

Dalsbøur 1

FO 360 Sandavágur

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

 

 

Sí eisini

Dupult-umfarið leygardagin 12.03

Dupult-umfarið leygardagin verður telvað í Ósáskúlanum í Klaksvík. Klokkurnar verða settar í gongd kl. 10.00 og 16.00. 3. deild telvar bara kl. 16.00. {jcomments on}