31 telvarar møttu til føroyameistaraheitið í snartelving. Havnar Telvingarfelag var vertur, og gjørdu teir tað við lít. Heimabakaðir bollar, føroyskur viðskeri, køkur og kaffi – onki vantaði.
Fleiri av sterkastu telvarunum vóru við, umframt Helga Dam Ziska, tann absolutt sterkasta í føroyskari telving. Helgi lat heldur ongan iva vera um, at hann er stinnastur í Føroyum.
Fyri fyrstu ferð (møguliga nakrantíð) vann Helgi FM í snartelving við fullum stigatali, 18 av 18! Og tá vóru sum áður nevnt, fleiri navnframir telvarar við í kappingini.
Á deildum øðrum plássi endaðu Rógvi Egilstoft Nielsen og Sjúrður Thorsteinsson við 13 stigum.
Ratingvirðislønirnar vunnu Jón Gregersen, Eli W. Finnson og Sámal Andrias Jacobsen.
Hjartaliga til lukku allir samlir.