Føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen og altjóða meistarin John Arni Nilssen fara ikki við føroyska landsliðnum á talvolympiadu seinni í summar. Báðir hava fingið forfall.
Rógvi er sáttmálabundin fótbóltsspælari, men hevði fingið avtalu um at sleppa at telva í september, men ein leiguavtala, sum EB/Streymur og Skála hava gjørt sínamillum um sandavágsmannin, ber í sær, at føroyameistarin í talvi fer at spæla EFFO-fótbólt heldur enn at kappast í talv-OL. John Arni Nilssen er júst byrjaður í nýggjum starvi í Danmark, og eigur tí ikki frítíð til góðar.
Tað hevur víst seg at vera torført at fáa aðrar telvarar á landsliðið fyri hesar við so stuttum skotbrá. Hjá flest øllum er summarfrítíðin langt síðan løgd, eisini tarna arbeiði og skúli øðrum at fáa frí í tvær vikur í september. Á henda hátt fullu frá eftir tørni eitt nú Olaf Berg, Høgni E. Nielsen, Martin Poulsen, Ólavur Simonsen, Carl Eli Samuelsen o.a.
Nýggjur á landsliðnum er Sjúrður Thorsteinsson. Hann hevur verið ógvuliga virkin seinnu árini, bæði í Føroyum og Danmark, og hevur trokað seg fram í oddan í føroyskari telving. Sjúrður er ættaður av Tvøroyri, men eftir nøkur ár á flatlondum arbeiðir hann nú í Havn og er virkin í Havnar Telvingarfelag. Fimti telvarin á føroyska liðnum verður Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag. Umframt at vera føroyskur topptelvari, er hann eisini formaður í Talvsambandi Føroya – og næstformaður í Evropeisku talvsamgonguni.
Føroyska OL-talvlandsliðið verður mannað soleiðis:
1. IM Helgi Dam Ziska 2546
2. IM John Rødgård 2345
3. Jóan Hendrik Andreasen 2239
4. Sjúrður Thorsteinsson 2187
5. Finnbjørn Vang 2067
Talvolympiadan verður í Baku í Aserbadsjan í døgunum frá 1.- til 13. september.
Stutt um telvararnar:
1. borð: Helgi Dam Ziska
Besti føroyski telvari nakrantíð. Hevur stórmeistarastyrki. Nú hann er liðugur við hægri lestur, verður spennandi at síggja, um hann fer at leggja størri orku í telvingina og gera eina miðvísa roynd at gerast stórmeistari. DM-vinnari við felagnum Philidor við 100 prosent skoru á sínum borði. Helgi er heimfluttur, men fer í næstum til Dubai at vera við í sterkari kapping.
2. borð: John Rødgård
Veteranurin á føroyska landsliðnum. Hevur framvegis sítt trygga spæl, sum er eitt bulverk hjá føroyska liðnum. Er ikki longur við í so nógvum kappingum sum fyrr, men venur dúgliga og telvar javnan á netinum. Á einum góðum degi er hann ikki lættur at syfta, sama hvør mótstøðumaðurin er.
3. borð: Jóan Hendrik Andreasen
46 ára gamal havnarmaður, sum hevur búð í Danmark síðan 1992. Var í fremstu røð í føroyskari telving longu á ungum árum, men er nógv framfarin eftir nógvu telvingina niðri øll árini. Hevur telvað við liðnum hjá Øbro í fremstu deildini, og hevði fín úrslit í Copenhagen Chess Challenge í vár. Toppskjútti á føroyska OL-liðnum í 2008 og 2010.
4. borð: Sjúrður Thorsteinsson
Tvørámaðurin fyllir 30 beint fyri sín OL-elddóp. Ein spennandi og gávuríkur telvari, sum hevur tikið seg nógv fram seinnu árini. Telvaði nógv árini, sum hann var í Danmark, og hevur tikið táttin upp aftur, nú hann er heimafturkomin.
5. borð: Finnbjørn Vang
Vandamikil álopstelvari og tiltikin kringur snartelvari. Formaðurin í Talvsambandinum verður eykamaður hjá Føroyum í Baku, men fer uttan iva at telva nakrar dystir.