Eftir stórsigurin á Jersey í dag er greitt, at Føroyar fáa Ísland í fjórða umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í morgin mánadagin.
Tað verður vorðið sum avbjóðing. Ísland hevur ríka talvsøgu og hevur verið fremsta talvtjóð í heiminum eftir fólkatalinum. Glæsisligasta tíðarskeiðið í íslendskari telving mundi vera í 80-unum. Tá mannaðu teir seg við stórmeistarum á hvørjum borði, og endaðu nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986.
Føroyar fingu óvæntað javnleik 2-2 móti Íslandi á seinastu olympiaduni í Tromsø í 2014. Olaf Berg vann, og John Rødgård og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt. Helgi Dam Ziska tapti ta ferðina fyri Hannesi Stefanssyni, sum í nøkur ár hevur verið fremsti telvari hjá íslendingum. Londini møttust aftur í EM-kappingini í Reykjavík í fjør, men tá fekk Ísland revansju og vann 3½-½. Bara Helgi Dam Ziska helt tørn – aftur móti Hannesi Stefanssyni á 1. borði. Annars møttust Føroyar og Ísland eisini í síðsta umfari á talvolympisku leikunum á Mallorca í 2004. Tá vann Ísland 3-1. John Rødgård og Hans Kristian Simonsen fingu remis.
Í kvøld og í morgin er fyrireiking á skránni hjá Føroyum til Íslands-dystin. Serbiski stórmeistarin Branko Tadic virkar sum venjari hjá føroyska landsliðnum í Baku. Ikki er greitt, hvørjir íslendingar telva í morgin, men teir eru mannaðir við trimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum í Aserbadsjan. Stórmeistararnir eru Hannes Stefansson, Hjørvar S. Grétarsson og Johann Hjartarson. Hjartarson var í síni tíð fremsti telvari í Íslandi. Í 1988 vann hann seg heilt fram í fjórðingsfinaluna í HM-kappingini eftir at hava vunnið í áttandapartsfinaluni á Viktor Korchnoi. Í fjórðingsfinaluni tapti hann fyri Anatolij Karpov.
Okkara lið verður undir øllum umstøðum tað sama sum í undanfarnu dystunum: 1. Helgi Dam Ziska 2. John Rødgård 3. Jóan Hendrik Andreasen 4. Sjúrður Thorsteinsson. Dysturin byrjar um middagsleitið í morgin.