Altjóða Talvkapping í Runavík
Talvsamband Føroya hevur tikið stig til eina altjóða talv kapping, sum hevur fingið heitið Runavik Open. Arbeitt hevur verið í eina tíð at fyriskipa kappingina og nú kann Talvsamband Føroya loksins almennakunngerað at Runavík Open verður í døgunum 21. til 28. November 2016.
Kappingin bjóðar bæði útlendskum og føroyskum telvarum til kappingina, og nú leingi hevur verið róð uppundir kappingina er orðið komið út og telvarar bæði í Føroyum og uttanlanda hava ótolnast eftir at tilmeldingin skal lata upp.
Talvsamband Føroya og Runavíkar kommuna, sum er høvuðusstuðul, samstarva um kappingina, og hetta fegnast Talvsambandi um.
– vit eru sera glað fyri samstarvið. Runavíkar kommuna vísti beinanvegin áhuga og kommunan hevur víst stóra vælvild í fyrireikingum, sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya Finnbjørn Vang úr Azerbjadan.
Føroyskir telvarar og umboð fyri Talvsamband Føroya eru nemliga í hesum døgum í Baku í Aserbadsjan á talvolympiadu, og her niðri verður eisini kunnað um Runavik Open.
Kappingin verður hildin í Løkshøll og fólk hava møguleikan at keypa atgongumerkir fyri ein sámuligan prís. Á heimasíðuni runavikopen.com ber til at fylgja við hvat rørir seg í samband við Runavík Open.
Fyri nærri kunning um Runavík Open vinarliga kontakta
Finnbjørn Vang, forseti, Talvsamband Føroya snarbjorn@hotmail.com 00298 751422