Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 7. umfar – Vunnu El Salvador

OL 2016: 7. umfar – Vunnu El Salvador

Føroyska liðið hevur fingið glið á aftur við tveimum sigrum í seinastuni. Í dag 3-1 móti El Salvador.

John Rødgård leyp um í dag og helt frí. Kanska vildi hann ikki aftur telva við svørtum. Men tað gekk fínt kortini. Helgi var tryggur. Fekk sett hvíta fólkið væl upp frúgvarmegin í heldur óvanligum sisilianara, vann sær lítlan fyrimun, sum so líðandi varð mentur og útbygdur móti manni við sløkum 2300 í rating.

Jóan Hendrik hevði eitt spennandi talv á øðrum borði. Hann var svartur í fronsku byrjanini. Støðan gjørdist spent á miðborðinum við framrendum hvítum finnum og bindingum á høvuðslinjunum. Okkara maður offraði mann fyri tríggjar finnur, men støðan var framvegis ógreið. Endaspælið gjørdist áhugavert, men brádliga snýtti Jóan Hendrik mótstøðumannin og vann talvið. Gott!

Sjúrður vann aftur í dag. Talvið var fløkt og umleypandi, kanska ikki so væl telvað, eitt skifti tóktist føroyska støðan hættislig, men tað javnaði seg, og tá ið farið var undir endatalvið, hevði Sjúrður fyrimunin og vann trygt. Sjúrður hevur havt eitt fínt OL higartil.

Finnbjørn royndi seg á øðrum sinni í dag. Hann fekk við svarta fólkinum ov lítið burturúr byrjanini og kom at standa heldur kroystur. Møguleikarnir fyri veruligum mótspæli vóru smáir, og tíðliga var líkt til, at her fór tap at vera í hendi.

Føroyar hava nú vunnið seg fram sum nummar 68 í røðini av teimum 180 liðunum í almennu kappingini.

Bosnia-Herzegovina leygardagin

Góða plaseringin ber í sær, at vit fáa harða mótstøðu í áttanda umfari. Mótstøðuliðið er Bosnia-Herzegovina, sum er mannað við fýra stórmeistarum, og er styrkismett nummar 41. Telvarin á 1. borði hevur 2642 í rating, og verður tí stór avbjóðing hjá Helga Dam Ziska.

Bosnia hevur havt góð úrslit á talvolympiadunum. Besta úrslitið er annaðplássið í Moskva í 1994. Tá mannaðu Predrag Nikolic og Ivan Sokolov toppborðini. Teir vóru javnan í Føroyum í 90-árunum, og virkaðu í styttri tíðarskeiðum sum talvvenjarar í Klaksvík og í Havn. Hvørgin er á bosniska liðnum longur. Predrag tykist vera givin at telva á høgum stigi, og Ivan er í dag hollendskur ríkisborgari og hevur í fleiri ár umboðað Holland, men ikki hesaferð.

Toppbrak

Støðan í oddanum eftir sjey umfør er nú tann, at tey bæði liðini, sum eru styrkismett fremst, eru á odda. USA er nummar eitt og Russland nummar tvey. Tey eru styrkismett øvugt. Í morgin møtast tey í sera avgerandi innanhýsis dysti.

Kina, sum er olympiskur talvmeistari frá Tromsø í 2014, tapti í dag 3-1 fyri Onglandi. Michael Adams og Nigel Short tryggjaðu sigurin við at vinna á ávikavist 1.- og 4. borði.

Ellivu umfør eru í alt. Kappingin endar týsdagin.

Dystirnir í Baku í 8. umfari í morgin byrja um middagsleitið. Til ber at síggja alt leik fyri leik á netinum – leinkja sæst á heimasíðu Talvsambandsins www.faroechess.com

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …