Nú um middagsleitið verða fyrstu leikirnir fluttir í dystinum millum Føroyar og Kina í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Baku í Aserbadsjan.
Kina vann olympiaduna seinast og er styrkismett sum nummar trý hesaferð. Bara Russland og USA hava sterkari telvarar á sínum liðum. Men Kina hevur ikki staðið seg líka væl hesaferð sum í Tromsø fyri tveimum árum síðani. Ósigrarnir fyri Onglandi og Ungarn í báðum seinastu dystunum bera í sær, at Kina er dragnað aftur á 33. pláss í røðini.
Føroyska liðið hevur við trimum vunnum dystum á rað – í gjár vunnu okkara menn stórfingnan sigur á Bosnia-Herzegovina – togað seg fram á 47. pláss. Tí umskarast vegirnir hjá okkum og kinesisku OL-gullmanningini í triðsíðsta umfari.
Hetta er tó ikki fyrsta ferðin, at Føroyar møta ein av risunum á talvolympiadu. Í 1970, tá Føroyar vóru á talvolympiadu á fyrsta sinni, møttu vit ongum minni enn fleirfaldu heimsmeistarunum úr Sovjetsamveldinum. Í 1988 møttu vit í fyrsta umfari Onglandi, sum var styrkismett nummar tvey, og í 2009 møttu vit USA, sum var eitt av toppliðunum.
Hóast Kina er styrkismett nummar trý, hava teir ongan telvara í topp 10 í heiminum. Teir fýra, sum setast yvirav føroyingum í dag eru frá nummar 14 til 35 á heimsstyrkilistanum.
FIDE-styrkilistin, september 2016
1. Magnus Carlsen, NOR 2857
2. Maxime Vachier-Lagrave, FRA 2813
3. Fabiano Caruana, USA 2808
4. Vladimir Kramnik, RUS 2808
5. Levon Aronian, ARM 2795
6. Hikaru Nakamura, USA 2789
7. Wesley So, USA 2782
8. Viswanathan Anand, IND 2776
9. Sergej Karjakin, RUS 2769
10. Veselin Topalov, BUL 2768
—
14. Liren Ding, Kina
24. Yue, Wang, Kina
29. Yangyi Yu, Kina
35. Yi Wei, Kina
Bo. | 84 |
Faroe Isles (FAI) |
Rtg | – |
China (CHN) |
Rtg | 0 : 0 | |||||
17.1 | IM |
|
2546 | – | GM |
|
2737 | |||||
17.2 | IM |
|
2345 | – | GM |
|
2753 | |||||
17.3 |
|
2239 | – | GM |
|
2725 | ||||||
17.4 |
|
2187 | – | GM |
|
2717 |
Afturhvarv
Soleiðis gekst í 1970 móti suverena sovjetiska liðnum. Hans Petersen, Jóan P. Midjord, Thorstein Vilhem og Olaf Durhuus stríddust til fánýtis, men á 3. borði lúrdi sensasjónin, men okkara maður varnaðist ikki leikin, sum átti at tryggjað honum javnleikin.
FAI | Faroe Islands | 0 : 4 | Soviet Union | URS | ||||
Petersen, H. | 0 – 1 | GM Petrosian | ||||||
Midjord | 0 – 1 | GM Korchnoi | ||||||
Vilhelm | 0 – 1 | GM Polugaevsky | ||||||
Durhuus | 0 – 1 | GM Smyslov |
Í Saloniki í 1988 møttu vit Onglandi, sum var styrkismett nummar tvey og endaði nummar tvey í kappingini. Vit fingu ein góðan dyst móti teimum, men allir máttu lúta. Okkara lið mannaðu John Rødgård, Leif Kristensen, Bogi Ziska og Torkil Nielsen.
Vit síggja, at ratingtølini vóru ikki so høg tá sum nú hjá teimum sterkastu.
FAI | Faroe Islands | 2270 | 0 : 4 | 2560 | England | ENG | ||
Rødgaard | 2380 | 0 – 1 | 2620 | GM Nunn | ||||
Kristensen | 2300 | 0 – 1 | 2610 | GM Chandler | ||||
Ziska | 0 – 1 | 2510 | GM Mestel | |||||
Nielsen | 0 – 1 | 2500 | IM Watson |