Móti einum av sterkastu landsliðum í heiminum var fryktandi fyri, at føroyska talvlandsliðið fór at verða fyri sínum fyrsta 4-0 tapi á hesari olympiaduni, og soleiðis kom eisini at vera.
Á øllum fýra borðunum máttu føroyingar lúta. Helgi Dam Ziska helt longst á, men til endans mátti eisini hann dvína.
Nettrupulleikar hava órógvað, og tí hevur ikki eydnast at hyggja nærri at teimum fýra talvunum, men tað fáa vit helst høvið til seinni.
Bolivia í morgin
Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 72. pláss, men tað er framvegis átta pláss fremri enn vit eru styrkismettir. Í morgin fáa vit Bolivia, sum er styrkismett nummar 95, so her áttu at verið møguleikar fyri einum sigri.
Nú eru bara tvey umfør eftir. Í morgin og ovurmorgin.
USA er á odda, Ukraina er nummar tvey og Russland nummar trý.