Hósdagin 15. septembur lendi føroyska talvlandsliðið við Helga Dam Ziska á odda í Vágum.
Tá tað koyrir, so skal tað koyrast orduligt!
Hallgerð Gregersen Olsen og Helgi Dam Ziska
Finnbjørn Vang, Sjúrður Thorsteinsson og Hans Hjalti Skaale.
Føroya Løgmaður Aksel V. Johannesen var vertur fyri móttøkuni í Tinganesi. Røðan kann lesast her:
http://www.lms.fo/kunning/tidindi/roda-bragdid-i-baku/
Gávan fekk nakað av umrøðu, men dagin eftir var nýggj pláta longu gjørd.
Landsstýriskvinnan í Mentamálum Rigmor Dam handaði eisini eina gávu, røðan kann lesast her:
http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/heilsan-fra-landsstyriskvinnuni-til-helga-dam-ziska-stormeistara/
Helena Dam á Neystabø bar fram heilsan frá Tórshavnar Kommunu.
Fríggjakvøldið 16. septembur var opið hús heima hjá Helga.
Fyrstur at taka orðið var Hanus Joensen. Hanus var við til at stovna Talvsamband Føroya í 1970,
og var sjálvur næsti forseti Talvsambandsins.
Pia fortaldi um telving og skúlagongd eftir Hanus. Ein góð søga, sum tó ikki verður almenn 😉
Finnbjørn Vang ber fram røðu vegna Talvsambandið. Fleiri gestir vóru hettar kvøldið,
her síggjast Jóannes Guttesen og Hallur Holm.
Suni Merkistein hevði eina røðu vegna Havnar Telvingarfelag.
Helgi Dam Ziska tekur samanum.
Talvlandsliðið saman við Branko Tadic venjara, og Hans Hjalta Skaale talvdómara.
Hans Hjalti Skaale var FA (FIDE Arbiter) í Baku, men framyvir verður tittulin IA (International Arbiter).
Komandi aðalfund hjá FIDE verða Føroyar sostatt ein GM’ara og ein IA ríkari.