Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tilmelding til liðkappingina 2016/2017

Tilmelding til liðkappingina 2016/2017

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2016/2017.

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Sandavágur 1, Havnin 1, Klaksvík 1, Rókur 1, Klaksvík 2 og Havnin 2 (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Sandavágur 2 (flutt niður úr 1. deild), Havnin 3, Vestmanna 1, Gøta 1, Toftir 1 og Havnin 4 (flutt upp úr 3. deild).

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

Tilmeldingarfreisin er mikudagin 12. oktober 2016, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar.   Á styrkilistanum skal upplýsast: Navn, føðidato og e-mail.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

Liðkappingin byrjar sunnudagin 23. oktober 2016.

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

Rógvi Egilstoft Nielsen

Dalsbøur 1

FO 360 Sandavágur

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …