Landskappingin í talvi byrjaði um vikuskiftið. Fyrstu dystirnir eru spældir í øllum trimum deildum. 21 lið eru við – seks í 1. deild, seks í 2. deild og níggju í 3. deild. Eingin ungdómsdeild er. Teir yngru telva saman við teimum vaksnu.
Feløgini eru kortini ikki fleiri enn átta í alt. Sandavágs Talvfelag, Havnar Telvingarfelag, Klaksvíkar Talvfelag, Kollafjarðar Talvfelag, Vestmanna Talvfelag, Tofta Talvfelag, Gøtu Talvfelag og Runavíkar Talvfelag.
Tað hevur í nøkur ár verið soleiðis, at felag kann hava tvey lið í somu deild. Tann skipanin er galdandi fyri báðar ovastu deildirnar. Í 3. deild stendur feløgum frítt at meldað lið til. Í 1. deild hava Havnin og Klaksvík hvør síni tvey lið.
Havnar Telvingarfelag er best umboðað í kappingini. Felagið hevur ikki færri enn sjey lið í teimum trimum deildunum. Teimum næst er Sandavágs Talvfelag, sum hevur fýra lið.
Havnin bjóðar Sandavági av
Sandavágs Talvfelag hevur sitið tungt á føroyska talvtindinum í nøkur ár. Felagið úr Vágum hevur verið føroymeistari seinastu trý árini. Men kappingin fer helst at harðna í vetur. Havnar Telvingarfelag bjóðar nú vágamonnum av við einum sonnum Dream Team.
Nýklakti stórmeistarin Helgi Dam Ziska er heimfluttur og er fúsur at setast á 1. borð hjá barndómsfelagnum í landskappingini. Sama er við Olaf Berg, sum eisini er heimfluttur eftir nøkur ár í Danmark. Og í triðja lagi er Carl Eli N. Samuelsen eisini komin heim aftur í Havnar Telvingarfelag eftir fleiri ár í Sandavágs Talvfelag og Vestmanna Talvfelag.
1. lið hjá Havnar Telvingarfelag líkist tí næstan einum landsliði. Teir fimm, sum eru í 1. liðshópinum, eru Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen, Carl Eli N. Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson. Helgi verður kortini ikki við í øllum dystum, tí hann fer eisini uttanlands at telva í vetur.
Føroyameistarnir úr Sandavági hava eitt reint lokalt lið í vetur. Teir fýra, sum skulu verja borg, eru Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og Silas Eyðsteinsson, sum stóð seg væl í meistarabólkinum í FM-kappingini fyri einstaklingar á páskum. Teir tríggir fremstu eru allir úr sama húsi; faðir og synir. Tilsamans eiga teir sjey FM-heiti sum einstaklingar. Torkil í 1984, 1986 og 1988, Rógvi í 2012, 2015 og 2016 og Høgni í 2014.
1. lið hjá Klaksvíkar Talvfelag hevur eisini bæði styrki og royndir. Ólavur Simonsen er á 1. borði, aftrat sær hevur hann tríggjar frændur, sum allir hava verið føroyameistarar sum einstaklingar; Steintór í 1990, Eyðun í 1995 og Rani í 1997.
Kollfirðingar við aftur
Eftir steðg í nøkur ár er Kollafjarðar Talvfelag við aftur í tí góða selskapinum – í 1. deild. Felagið hevur verið óvirkið í nøkur ár, og tí skuldi mýkjast væl og leingi fyri at fáa kabalina at ganga upp soleiðis, at sigursvanda felagið aftur fekk sæti í ovastu deildini.
Feløgini í Norðstreymoy eru fækkað tey seinnu árini, og hava í roynd og veru kastað saman í eitt felagslið við fótbóltsfelagnum EB/Streymi sum fyrimynd. Seinnu árini hevur felagið Rókur, sum upprunaliga hevði heimstað á Oyri, borið kyndilin í Sundalagnum fyri gomlu feløgini Streymoyarmegin; Streymur í Hvalvík/Streymnesi, Hósvíkar Talvfelag og Kollafjarðar Talvfelag. Fyrstu árini var eisini talvfelag á Eiði.
Semja fekst um, at Kollafjarðar Talvfelag loysir av Rók á Oyri og tekur við stafettini sum kyndilsberi fyri gomlu talvfeløgini í Sundalagnum og har um vegir, og verður nýtt felag í 1. deild. Á liðnum finna vit tveir fyrrverandi føroyameistarar á báðum fremstu borðunum – kollfirðingarnar Hans Kristian Simonsen (FM 2002) og Torbjørn Thomsen (FM 1994). Brekká-brøðurnir úr Hvalvík standa eisini á listanum, sama ger Kári Petersen, eisini úr Hvalvík – hann telvaði í síni tíð á olympiadu.
Færri feløg
Gongdin seinnu árini hevur verið tann, at talvfeløgini um landið fækkast. Summi gerast óvirkin, og tá fara telvarar í onnur feløg. Líkt er til, at felagslívið í talvfeløgunum er viknað. Talv er kanska so líðandi farið úr felagshølunum og út á netið. Telvarar setast heldur við telduna heima við hús at royna seg móti øðrum telvarum heldur enn at fara í felagið.
Í ár eru sum nevnt átta feløg virkin í landskappingini. Fyri tretivu árum síðani vóru tey tólv. Av teimum, sum eru sovnað, kunnu nevnast áðurnevndu feløg í Norðstreymoy – Streymur, Hósvíkar Talvfelag, Rókur á Oyri og Eiðis Talvfelag – umframt Stranda Talvfelag, Miðvágs Talvfelag, Leirvíkar Talvfelag, Sumbiar Talvfelag, Talvfelagið Rókur í Skopun, Kaldbaks Talvfelag, og einaferð í tíðini vóru eisini talvfeløg á Tvøroyri og í Sørvági.
Sandavágur á odda
Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag løgdu bragdliga fyri og taka við, har teir sleptu í fjør. Teir eru á odda í 1. deild eftir dystirnar í fyrsta umfari um vikuskiftið.
Úrslitini vóru: Sandavágur – Kollafjørður 4-0, Havnin 1 – Havnin 2 3½ – ½ og Klaksvík 1 – Klaksvík 2 3 – 1.
Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com. Á breddanum: Liðkappingin eru fleiri úrslit at síggja.